
El Niño / La Niña og toskur
Veðurlagsfyribrigdið El Niño / La Niña kann hava ávirkan um allan heim. Havstovan hevur kannað, um hesar broytingar eisini ávirka føroyskan botnfisk, og okkara niðurstøða er, at kaldara La Niña-støðan kann falla saman við betri vøkstri hjá toski. Spurningurin er, um til ber at gagnnýta hetta møguliga samband, saman við øðrum meiri beinleiðis vísitølum fyri havumhvørvið og vistskipanum um okkara leiðir.
Hetta er úr Sjóvarmál 2015, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi
Hans Petur Djurhuus vann lutakastið
Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuus av Strondum, sum vann lutakastið. Merkti…
Meir av toski og nógv av hýsu
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…
Minni av toskayngli í ár
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í 2024…
Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?
Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og avbjóðandi, er at skyna millum hesar ávirkanir, og í hesi…