
Drunnhvíti
Hydrobates pelagicus
Drunnhvítin er ein ógvuliga talríkur sjófuglur í Føroyum, hóast hann sjáldan sæst. Han heldur mest til á opnum havi og kemur einans til lands fyri at reiðrast. Fyri at sleppa undan rovfuglum, ferðast drunnhvítin til og frá reiðrinum í myrkri og í skýmingarløtuni. Hann sæst tó onkuntíð á ljósum degi, tá ið hann eltir fiskiskip.
Drunnhvíti er lítil svartur fuglur og er av slagnum Procellariiformes, har onnur fuglasløg, sum skrápur, havhestur og albatrossur, eisini hoyra undir.
Størsta drunnhvítabøli í heiminum finst helst í Nólsoy, sum er blivin altjóða viðurkend sum eitt sonevnt Ramsar-øki, orsaka av stóra drunnhvítastovninum. Tað finnast eisini sera stór drunnhvítabøli á øðrum rottufríum oyggjum í Føroyum, serliga Mykinesi og Sandoy.
Status viðvíkjandi reyðlista

Tann evropeiski drunnhvítastovnurin er talríkur og fevnir um eitt stórt øki. Tí er hann mettur at hoyra undir flokkingina “Ikki hótt” á reyðlistanum hjá IUCN.
Útbreiðsla
Drunnhvítin heldur til í stórum parti av Atlantshavinum. Hann reiðrast mest í Norðuratlantshavi, men summi pør reiðrast heilt suðuri á Kanarisku Oyggjunum. Drunnhvítin hevur vetrarvist í sunnarlaga í Atlantshavinum.
Umleið 50% av øllum drunnhvítum í heiminum halda til í Føroyum, og meginparturin av teimum heldur helst til í Nólsoy, Mykinesi og Sandoy. Í seinastu landsumfatandi teljingini í 1980´unum varð mett at eini 250.000 nørandi pør av drunnhvíta eru í Føroyum.

Teljingar í Nólsoy
Fleiri teljingar eru gjørdar í Nólsoy fyri at meta um talið av nørandi pørum. Sambært teljingunum, sum eru gjørdar higartil, verður mett at eini 50.000 nørandi pør eru at finna í Nólsoy. Sambært eldri metingum var nakað tað sama talið at finna á Sandoynni og í Mykinesi.
Ferðing
Í Føroyum er drunnhvíti ringmerktur síðani 1931 og er hann tann fuglur, ið er oftast ringmerktur í Føroyum. Ringmerking er ein einfaldur kanningarháttur. Fuglurin verður fangaður og merktur við einum metal ringi. Tá ið hann seinni verður fangaður aftur, ber til at síggja á ringinum, hvar hesin fuglurin varð merktur. Ringmerkingar kunnu siga nakað um, hvussu fuglurin ferðast.
Kortið niðanfyri vísir hvar drunnhvítar, sum eru ringmerktir í Føroyum, eru fangaðir aftur. Tað sæst, at drunnhvítin í Føroyum ferðast víða um, heilt suður til Suðurafrika.

Lívfrøði
Eyðkenni
Drunnhvítin er svartur við einum hvítum drunni. Drunnhvíti er ein tann minsti sjófuglur í heiminum og er millum 15-16 cm til longdar.
Eins og hini sjófuglasløgini í Procelariiformes familjuni, sum t.d. havhestur, skrápur og sýldur drunnhvíti, hevur drunnhvítin sera góðan luktisans ið hann helst brúkar til at finna føði og holuna hjá sær.
Nøring og vøkstur
Drunnhvítin kemur til Føroyar í mai mánaða og byrjar tá at reiðrast. Drunnhvítin reiðrast ymsastaðni í Føroyum. Rottan er ein stór hóttan og tí eigur drunnhvítin helst einans í rottufríum oyggjum. Hann eigur antin í millum steinarnar í urðum ella í grivnum holum, og leggur eittans egg. Eftir at drunnhvítin hevur vorpið, bølir hann egginum í 5 vikur, til pisan klekist. Pisan verður floygd eftir 56-86 dagar. Í Føroyum verða pisurnar floygdir frá umleið september-oktober og viðhvørt so seint sum í desember.
Foreldrini skiftast um at bøla og at finna føði. Túrarnir eftir føði kunnu vera drúgvir, upp í 3 til 5 dagar. Av tí at annað foreldrið altíð liggur á reiðrinum, ber onkuntíð til at hoyra drunnhvítan ímillum steinarnar, hóast hann ikki sæst.
Vit vita ikki við vissu hvussu tað er í Føroyum, men í Bretlandi ferð tann nørandi fuglurin frá reiðrinum í september til november og hevur vetrarvist á havinum vestan og sunnan fyri Afrika.
Summar ringmerkjakanningar benda á, at drunnhvítin livir leingi. Tann elsti føroyski drunnhvítin gjørdist yvir 30 ár. Hann bleiv nevniliga ringmerktur í 1987 og fangaður aftur 30 ár seinni, og má sostatt vera eldri enn 30 ár, tí tað er óvist hvussu gamal hann var, tá ið hann varð ringmerktur.

Árlig yvirskipað ringrás hjá drunnhvíta, sum nørist.
Føði
Drunnhvítin finnur meginpartin av føðini við at flúgva yvir vatnskorpuni og fanga smá krabbadýr og fiskar. Hann kann eisini finna uppá at kava, men er tó altíð tætt við vatnskorpuna og kavar í mesta lagi niður á 20 cm dýpi.
Drunnhvítin í Føroyum etur fjølbroyttan kost. Hann livir millum annað av smáum fiskum, so sum nebbasild, krabbadýrum og ryggleysum dýrum. Drunnhvíti etur eisini til tíðir slógv og kann síggjast elta fiskiskip. Hetta sæst eisini aftur í magainnihaldinum, har mann hevur funnið leivdir av hvítingsbróðri og toski. Hesir eru botnfiskar, sum liva har, sum drunnhvítin ikki røkkur at veiða. Tí má hetta helst vera slógv.
Leinkir
The Royal Society for the Protection of Birds (RSPB)
Brittish Trust for Ornithology
Dispersion and vulnerability of marine birds and cetaceans in Faroese waters
Viðkomandi tíðindi

Nýggi granskingarbáturin “Lomvigin” siglt fyrsta túrin
03.02.2025
Á heysti 2022 fekk Fuglakanningarstøðin hjá Havstovuni fígging frá Aage V. Jensens Fonde at lata ein bát byggja til sjófuglateljingar kring alt landið…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
22.07.2024
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni
19.07.2022
Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…

Við til at friða týdningarmikiðøki í altjóða sjógvi
10.05.2022
Flestu sjófuglasløg í Norðuratlantshavi eru minkað ógvuliga nógv seinastu áratíggjuni. Nógvar kanningareru gjørdar fyri at royna at finna útav, hví so…

Fuglurin rýmir úr Vestmannabjørgunum
10.05.2022
Bert 5% av lomviga og 1% av ritureiðrum vóru at síggja i Vestmannabjørgunum summarið 2021, samanborið við teljingar í ávikavist 1972 og 1987. Hetta er…

Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni
19.08.2021
Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…

Merkta føroyska parið
18.12.2020
Hjá skrápi skiftast bøgan og steggin um at bøla egginum. Tað er sjón fyri søgn í taltilfarinum frá einumføroyskum skrápapari við GLS-loggarum. Tá vetu…

Ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum
18.12.2020
Á fyrsta sinni er ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum staðfest. Eftir bútíðina ferðast hann allan vegin úr Føroyumtil suðurendan á Suðuramerika. …