
Broytingar í plantuæti
Nýggj grein í tíðarritinum Global Change Biology vísir, at ein sterkari subpolarur meldur eftir 2013 broytti plantuætisamfelagið fram við Europeiska landgrunninum.
Plantuæti er grundarlagið undir øllum lívi í sjónum. Í áratíggju eru fleiri og fleiri subtropisk sløg av plantuæti streymað norður móti Norðsjónum, møguliga vegna hækkandi hita í sjónum. Subpolari meldurin í Norðuratlantshavi er ein ovurhonds stórur bjølgur av køldum og lutfalsliga feskum sjógvi sum, sunnan fyri Ísland og Grønland, melur spakuliga móti klokkuni. Eftir at hevði verið viknandi síðani mitt í 1990unum, viðførdu veðurhørðu vetrarnir 2013-2014 og 2014-2015 ein sterkari meldur, sum so aftur førdi meira av subarktiskum sjógvi móti okkara leiðum. Nýggja greinin vísir, at hendan havfrøðiliga broyting steðgaði norðurvenda streyminum av subtropiskum sløgum av plantuæti.
Eitt meira subarktiskt ávirkað plantuætisamfelag eftir 2013 hevur helst ávirkað hægri lið í føðiketuni. Við økjandi ávirkan av veðurlagsbroytingum, og tá meldurin viknar aftur, kunnu vit tó vænta eina meiri subtropiska skipan komandi áratíggini.
Enska heitið á greinini er Ocean climate and hydrodynamics drive decadal shifts in Northeast Atlantic dinoflagellates, og hon sæst her.
Møguligir spurningar um evnið kunnu sendast til Hjálmar Hátún (hjalmarh@hav.fo)

Viðkomandi tíðindi
Fylgisveinamátingar geva nýtt innlit í gróðurin kring Føroyar
Mátingar, gjørdar við fylgisveinum, vísa, hvussu nógv plantuæti er í vatnskorpuni. Í miðal byrjar gróðurin í apríl á djúparu leiðum um eystan til á Landgrunninum. Um mánaðar skiftið apríl mai…
Gróðurin vestanfyri
Havstovan er farin undir serstakar kanningar at útgreina, hvussu gróðurin vestan fyri oyggjarnar ávirkar livilíkindini inni á grunnum. Kanningarnar verða gjørdar bæði við Magnusi Heinasyni og einum smábáti, sum Havstovan…
Plantuæti er lykilin
Hægri verur í vistskipanini, so sum nebbasildayngul, toskur, hýsa og lomviga, eru týðiliga tengdar at nøgdini av plantuæti. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi tíðindi
Øktur gróður vestan fyri Føroyar eftir 1995
Frá 1995 og fleiri ár fram vaks nøgdin av plantuæti vestan fyri Føroyar sera nógv. Hesi somu ár var sjógvurin í økinum heitur. Nógv týðir uppá, at samanhangur er millum…