{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Bogi Hansen heiðraður á ICES Decadal Symposium

ICES hevur júst hildið sonevnda Decadal ráðstevnu í Bergen, har Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni, var ein av heiðursgestunum.

ICES skipar tíggjunda hvørt ár fyri ráðstevnu við heitinum “Symposium on Decadal Variability of the North Atlantic and its Marine Ecosystems”. Í sambandi við hesar ráðstevnur er vanligt at heiðra granskarar, sum hava virkað innan havgransking í ICES-høpi í nógv ár og hesa ferð var Bogi Hansen ein av trimum heiðursgestum. Bogi Hansen luttók fyrstu ferð á ICES fundi í 1972 og eru tað sostatt 50 ár síðani. Bogi hevur í nógv ár verið limur í hydrografiska arbeiðsbólkinum og var eitt skifti eisini formaður í hesum bólki, sum er tann elsti arbeiðsbólkurin hjá ICES. Hydrografiski arbeiðsbólkurin veitir eitt nú ráðgeving um havfrøðilig viðurskifti til hinar arbeiðsbólkarnar. Síðani 1999 hevur bólkurin á nærum hvørjum ári givið út eina rapport, sum tekur samanum støðuna viðvíkjandi havklima í Norðuratlantshavi.

Myndatekstur: Harald Loeng (vinstrumegin) helt talu fyri Boga Hansen (høgrumegin) undir heiðranini á ráðstevnuni. Harald Loeng er granskari á Havforskningsinstituttet í Bergen og limur í fyrireikingarbólkinum fyri ráðstevnuni.

Viðkomandi tíðindi

  • Tveir djúpir havstreymar undan kavi

    Tveir djúpir havstreymar eru nýliga avdúkaðir, IcelandFaroe Slope Jet og Faroe Shetland Channel Jet. Annar gongur fram við hellingini á norðaru síðu á Íslandsrygginum, ímeðan hin gongur gjøgnum Hetlandsrennuna í…

    Les meira

  • Yvirlitsgrein um havfrøði og tøðevnir í sjónum

    Veðurlagsbólkurin hjá ST (IPCC) væntar, at veðurlagsbroytingar fara at viðføra lækkandi nøgdir av tøðevnum í sjónum. Hetta kemur serstakliga at gera seg galdandi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum og kann viðføra…

    Les meira

  • Subpolari meldurin stýrir vistskipanum

    Vistskipanir eru ikki støðugar. Vistskipanin á føroyska landgrunninum broytist bæði við einum syklusi á 58 ár og einumsyklusi, sum tekur áratíggju. Subpolari meldurin sunnan fyri Ísland og Grønland er ein…

    Les meira

  • Havið fløðir – eisini kring Føroyar

    Umframt mangt annað hava veðurlagsbroytingarnar við sær, at havið fløðir. Vatnskorpan hækkar mest sum alla staðni kring heimin, og tað ger hon eisini á okkara havleiðum. Broytingar í streymgongd kunnu…

    Les meira