{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað

Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt er nóg mikið av æti í rættari stødd, í stóran mun avgerandi fyri, í hvønn um fiskalarvurnar kunnu vaksa og yvirliva ella um tær doyggja. Ta fyrstu tíðina eru tær bert førar fyri at taka smáa føði, ið sum oftast er nýliga gýtt djóraæti, men so hvørt sum tær vaksa út á várið og summarið, kunnu tær taka sær størri og størri føði.

Í seinastu vikuni av mai gjørdi Jákup Sverri kanningar av æti og fiskalarvum á Landgrunninum.  Gróðurin var við at taka seg upp og kanningar av gýting hjá reyðæti vístu, at tær gýttu toluliga nógv egg. Samanumtikið, so var ein góð spjaðing, bæði av sløgum og støddum av djóraæti.

Eisini tyktist at vera væl av fiskalarvum og tær vóru at fáa á flest øllum leiðum sum blivu kannaðar. Støddin lá oftast um 1-1,5 cm.

Seinni í ár verða sløgini, nøgdir og eisini magainnihaldið í fiskalarvunum kannað nærri.

Les túrfrágreiðingina her.

Viðkomandi tíðindi

  • Gróðurin á Landgrunninum er byrjaður

    Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum kom tíðliga í ár. Tað gevur vónir um góð føðiviðurskifti til fiskalarvurnar. Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá Lívfiskastøðini í Skopun, sum m.a. verður kannaður…

    Les meira

  • Broytingar í plantuæti

    Nýggj grein í tíðarritinum Global Change Biology vísir, at ein sterkari subpolarur meldur eftir 2013 broytti plantuætisamfelagið fram við Europeiska landgrunninum. Plantuæti er grundarlagið undir øllum lívi í sjónum. Í…

    Les meira

  • Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar

    Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” er liðugur við yvirlitstrolingarnar á sumri í ár. Rannsóknarskipið tók 198 hál á føroyska landgrunninum, har hvørt hál vardi ein tíma. Tað var sera lítið at fáa…

    Les meira

  • Skúm á sjónum

    Hevur tú seinastu dagarnar lagt merki til at nógv skúm hevur verið at síggja á sjónum og undrast yvir, hvat tað man vera? Orsøkin er sannlíkt algur av slagnum Phaeocystis…

    Les meira