
Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað
Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt er nóg mikið av æti í rættari stødd, í stóran mun avgerandi fyri, í hvønn um fiskalarvurnar kunnu vaksa og yvirliva ella um tær doyggja. Ta fyrstu tíðina eru tær bert førar fyri at taka smáa føði, ið sum oftast er nýliga gýtt djóraæti, men so hvørt sum tær vaksa út á várið og summarið, kunnu tær taka sær størri og størri føði.
Í seinastu vikuni av mai gjørdi Jákup Sverri kanningar av æti og fiskalarvum á Landgrunninum. Gróðurin var við at taka seg upp og kanningar av gýting hjá reyðæti vístu, at tær gýttu toluliga nógv egg. Samanumtikið, so var ein góð spjaðing, bæði av sløgum og støddum av djóraæti.
Eisini tyktist at vera væl av fiskalarvum og tær vóru at fáa á flest øllum leiðum sum blivu kannaðar. Støddin lá oftast um 1-1,5 cm.
Seinni í ár verða sløgini, nøgdir og eisini magainnihaldið í fiskalarvunum kannað nærri.
Les túrfrágreiðingina her.
Viðkomandi tíðindi
Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?
Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tíð. Spennandi…
Eitt vet meira av toski
Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er rakari enn síðstu árini,…
Sæð serliga hvalspýggju
Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka og í ein útsynning úr Føroyum. Talan var…
Inga framløgu um djóraæti
Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongshøll tann 27. september kl. 11:20. Tað ber til…