{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Serstakt tema

Veðurlagsdagur 2025

18. mars

Kongshøll

Tiltakið er ókeypis – Tó krevst tilmelding

Hvussu standa Føroyar seg við broytandi veðurlagi?

Eru vit fyrireikað?

Hvat kunnu vit vísa á, sum er gjørt?

Hvat verður gjørt fyri at máta gongdina í veðurlagsbroytingum?

Hesir vera høvuðsspurningarnir, tá serfrøðingar og onnur áhugað hittast á veðurlagsdegnum, sum Kongshøll verður karmur um týsdagin 18. mars.

Á ársins veðurlagsdegi varpa vit ljós á altjóða viðurkendar ávísar – indikatorar – sum kunnu vísa og samanbera, hvussu lond handfara avbjóðingar, ið veðurlagskreppan hevur við sær.

Við støði í hagtølum og kanningum fara føroysk fakfólk at leggja fram og hugleiða um, hvussu vit í Føroyum handfara veðurlagsbroytingar, meðan roynt verður at knýta hesa vitan til nevndu ávísarnar.

Tiltakið er ókeypis, men tó krevst tilmelding.

Tekna teg til “Veðurlagsdagin 2025” her.

Skrá

Kl.EvniNavn
13:00VælkominMargit Stórá, Landsstýriskvinna
13:10Um veðurlagsdagin 2025Sigurð í Jákupsstovu,
Umhvørvisstovan
13:15Veðurmátingar gjøgnum 152 árTurið Laksá, Veðurstova Føroya
13:30Um ávísar fyri veðurlagsbroytingarEyð Maritudóttir Grønadal, Hagstovan
13:40
DRÍVARAR
Samlað útlát av vakstrarhúsgassi

Samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi frá tjóðarbúskapinum
Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan
13:55ÁVIRKAN
Tekin um veðurlagsbroytingar

Hækkandi sjóvarmáli

Miðalsúrleiki í sjógvi (pH)
Hergeir Teitsson, Umhvørvisstovan og
Sissal V. Erenbjerg, FIRUM

Ian Salter, Havstovan
14:25Útbreiðsla og støða hjá sløgum

Reyðlistavísital
Áki Vang, Tjóðsavnið
14:40Veðurlagsbroytingar og alneyðugt infrakervi

Veðurlagsbroytingar og ávirkan á flutning
Sølvi Sjúrðarson, Landsverk
14:50Steðgur
15:10VIÐBREKNI
Øki viðbrekin fyri veðurlagsbroytingum

Oyggjar viðbreknar fyri veðurlagsbroytingum
Lis Mortensen, Jarðfeingi
15:25ÁTØK
Veðurlagsbroytingar – politikkir og ætlanir um átøk

Orku- og veðurlagspolitikkir

Umlegging ella avtøka av almennum stuðli til steinrunnin brennievni
Sigurð í Jákupsstovu, Umhvørvisstovan

Hans Ellefsen, Fróðskaparsetur Føroya
15:55TILLAGING
Yvirvøka av veðurlagsbroytingum

Skipan av veðurmátingum

Skipanir at hava yvirvøku við luftgóðsku
Bárður A. Niclasen, Veðurstova Føroya

Sigurd Christiansen, Fróðskaparsetur Føroya
16:25Við støði í dagsins framløgum, verður tikið samanumMarita Rasmussen, Havstovan

Veðurlagsdagurin 2025 er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Veðurstovuna, Havstovuna, Hagstovuna, Landsverk, Fróðskaparsetrið, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Firum.

Samandráttur av veðurlagsdegnum 2024 er tøkur her.