
Jákup Sverri handaður eigaranum
Í gjár bleiv avhendingarskjalið og onnur viðkomandi skjøl í sambandi við yvirtøku av nýggja rannsóknarskipinum Jákup Sverra undirskrivað, og skipið er nú formliga handað eigaranum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum skrivaði undur vegna byggiharran, meðan Mouritz Mohr, stjóri og Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður skrivaðu undir vegna MEST.
Føroya Landsstýri yvirtekur Jákup Sverra fyri avtalaðan prís.
Í dag fer manningin umborð og siglir skipið til Havnar at taka útgerð. Tað arbeiðið fer at taka nakrar dagar, og síðan verður farið at gera tær fyrstu kanningarnar fyri Havstovuna.
So skjótt høvi verður, er ætlanin at vísa almenninginum kring landið skipið. Vit frætta meira um, hvussu tað verður skipað við atliti til koronu.
Viðkomandi tíðindi
Svartkjaftakanningar sunnanfyri
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaftur var at síggja út frá skotsku hellingini.…
Eitt vet meira av toski
Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er rakari enn síðstu árini,…
Laksur fingin á Landgrunninum
Á yvirlitstrolingini á Landgrunninum í februar fekk Jákup Sverri ein laks í trolið norðan fyri Føroyar. Laksurin hevði púra óskaddar fjaðrar og stert, og bendir hetta á, at hann ikki…
Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan
Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur manningin lagt eina fortoying út.…