{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Slánar inni við land

Síðsta árið kann sigast at hava verið eitt rættiligt slánaár.Vaksin toskur er komin heilt inn undir land og hevur hesin verið serstakliga rak. Samstundis hevur verið lítið til avnebbasild hjá honum at eta útiá. Hetta sæst aftur í einum týðiligum sambandi ímillum konditiónsfaktorin og tøkariføði hjá toskinum. Óvist er hvørja ávirkan slánarnir hava á vistskipanina, og spurningar verða settir við, um skilagott er at fiska teir ella ei.

Hetta er úr Sjóvarmál 2020, les víðari her.

Viðkomandi tíðindi

  • Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

    Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir…

    Les meira

  • Eitt vet meira av toski

    Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er rakari enn síðstu árini,…

    Les meira

  • Tilmæli 2025

    Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…

    Les meira