
Lítið av toski og nógv av hýsu
Tær árligu yvirlitstrolingarnar á vári á føroyska landgrunninum eru nú gjørdar við Jákup Sverra. Tikin vóru øll 100 hálini, har hvørt hál vardi ein tíma. Á túrinum vóru skrásett 55 ymisk djórasløg, harav 40 ymisk fiskasløg.

Framvegis var nógv at fáa av hýsu. Hinvegin var nøgdin av toski undir miðal og hevur verið minkandi síðani 2018. Nøgdin av upsa var eisini undir miðal í ár. Lítið av nebbasild var at síggja, bæði í trolinum og í fiskamagunum.
Túrfrágreiðing frá yvirlitstrolingini er at finna her.
Viðkomandi tíðindi
Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir…
Eitt vet meira av toski
Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er rakari enn síðstu árini,…
Tilmæli 2025
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…