
Fiskimálaráðharrin vitjað umborð á Jákup Sverra
Mikudagin í farnu viku vitjaði fiskimálaráðharrin Árni Skaale saman við umsitingini í Fiskimálaráðnum umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.
Loksins eydnaðist tað at fáa vitjanina av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í lag, eftir at hava verið útsett fleiri ferðir, m.a. orsakað av COVID19. Vitjanin byrjaði við einum døgurðabita og síðani varð fylgið víst runt á øllum skipinum.
Havrannsóknarskipið Jákup Sverri hevur nú verið í rakstri meira enn eitt ár og hevur skipið roynst avbera væl. Jákup Sverri er gjørdur til at lúka øll nútíðarkrøv til eitt havrannsóknarskip. Tískil er skipið eitt týdningarmikið og sera væl útgjørt amboð hjá Føroyum í arbeiðinum at fáa til vega ta nýggjastu vitanina um okkara sjófeingi.
Á myndunum sæst landsstýrismaðurin Árni Skaale saman við umsitingini í Fiskimálaráðnum umborð á Jákup Sverra.
Viðkomandi tíðindi
Svartkjaftakanningar sunnanfyri
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaftur var at síggja út frá skotsku hellingini.…
Formansskrá løgd fram
Í sambandi við, at Danmark yvirtekur formansskapin í Arktiska ráðnum 2025-2027, er formansskráin løgd fram í Nuuk í dag. Danmark, Grønland og Føroyar eiga øll lut í formansskránni. Føroyar hava…
Eitt vet meira av toski
Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er rakari enn síðstu árini,…
Laksur fingin á Landgrunninum
Á yvirlitstrolingini á Landgrunninum í februar fekk Jákup Sverri ein laks í trolið norðan fyri Føroyar. Laksurin hevði púra óskaddar fjaðrar og stert, og bendir hetta á, at hann ikki…