
Toskurin á Føroyabanka er møguliga í ferð við at koma fyri seg aftur
Yvirlitstrolingin á Føroya Banka, sum verður gjørd á hvørjum heysti, gevur ábendingar um, at meira er av toski.
Jákup Sverri hevur júst gjørt árligu heystyvirlitstrolingina á Føroyabanka, har 29 hál á ein tíma vóru gjørd.
Tað var væl meira at fáa av toski enn undanfarin ár og var hetta toskur í øllum støddum. Hetta samsvarar við úrslitini frá yvirlitstrolingini um várið, har meira hevur verið at fingið av toski síðan 2020. Sostatt eru tekin um, at toskurin á Føroyabanka møguliga er í ferð við at koma fyri seg aftur eftir, at toskastovnurin fór niður í nærum einki í 2006.
Friðing varð sett í verk í 2008, og hýsan kom fyri seg í 2017. Eisini øktist nøgdin av longu og havtasku nógv um hetta mundið, men lítið var at fáa av toski, bæði í yvirlitstrolingunum og í royndarveiðu við línu.
Hugsanir hava verið frammi um, at toskurin ikki tolir so væl øktan sjóvarhita og at hetta var orsøkin til, at hann ikki kom fyri seg eins og onnur fiskasløg, havandi í huga, at sjógvurin er serstakliga heitur á Føroyabanka. Um hetta er rætt, eru framtíðarútlitini fyri tosk á Føroyabanka døpur.
Yvirlitstrolingin hesa seinastu vikuna bendir tó á, at støðan er meira jalig, og at eitt lágt veiðitrýst er ein hóskiligur háttur at fáa toskin á Føroyabanka – og møguliga aðrar staðir við – at koma fyri seg aftur og at trívast. Yvirlitstrolingin vísti eisini, at tað framvegis er nógv til av hýsu á Føroyabanka, men at nøgdirnar av longu og havtasku møguliga eru minkaðar nakað. Nebbasild var høvuðsføðin hjá toskinum Jákup Sverri fekk í seinastu viku. Hetta er møguliga ein orsøk til, at lítið fæst av toski við línu.
Les túrfrágreiðingina her.
Viðkomandi tíðindi
Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir…
Eitt vet meira av toski
Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er rakari enn síðstu árini,…
Tilmæli 2025
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…