{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Lýst verður eftir lívfrøðingi til verkætlanarstarv

Havstovan leitar eftir starvsfólki til at gera heimildargransking (litteraturstudium) um lív- og vistfrøði og ávirkanir á føroyskum firðum og sundum. Vit leita eftir lívfrøðingi við áhuga fyri føroyskum firðum, og sum hevur hegni at arbeiða sjálvstøðugt við heimildarleiting og at skriva frágreiðing.

Seinnu árini hevur Havstovan arbeitt nakað inni á føroysku firðunum. Talan hevur verið um at kanna brisling, yngul, gróður og gróðrarlíkindi. Fyri at leggja til rættis, so skynsamt sum gjørligt, víðari kanningar á firðum og sundum, er neyðugt at taka saman um tey úrslit, ið longu eru atkomulig – í Føroyum og aðrastaðni – og eyðmerkja vitanarglopp. Hetta umfatar eisini ávirkan av mannaelvdum árinum, so sum aling á firðunum og útbyggingar og annað virksemi fram við landi.

Arbeiðsøkið

Starvsbyrjan er sum skjótast, og væntandi varir verkætlanin einar átta mánaðir.

Setanartreytir

Lívfrøðiútbúgving á minst masterstigi ella líknandi útbúgving.

Løn sambært sáttmála millum Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Umsókn við avritum at prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 28. apríl 2025 kl. 10.

Umsókn skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til:

Eydna í Homrum

Tilfeingi

Deildarleiðari, Lívfrøðingur, Ph.D

eydnap@hav.fo / +298 79 39 26

Vangi í PURE / Greinar / CV

Marita Rasmussen

Umsiting

Stjóri

marita@hav.fo / +298 79 39 00

Verkætlanin er samstarv millum Havstovuna og Firum, og granskarar á báðum stovnunum eru knýttir at verkætlanini. Havstovan og Firum hava farnu árini samstarvað um fleiri verkætlanir á firðum og sundum.

Á Havstovuni verður arbeitt við at granska, kenna og ráðgeva um havumhvørvið í teimum økjum, har Føroyar hevur fiskiveiðuáhugamál.

Granskingararbeiðið á Firum hevur til endamáls at menna vitan um aling og viðurskifti, ið kunnu setast í samband við aling og teir karmar, alingin virkar undir.

Viðkomandi tíðindi

Formansskrá løgd fram

11.04.2025

Í sambandi við, at Danmark yvirtekur formansskapin í Arktiska ráðnum 2025-2027, er formansskráin løgd fram í Nuuk í dag. Danmark, Grønland og Føroyar …

Styrkja samstarvið millum Havstovuna og íslendska Hafrannsóknastofnun

24.10.2024

Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, saman við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni, á íslendska Hafrannsóknastofnun, vanliga nevndur …

Børn og Havstovan á Sjómannadegnum

19.08.2024

Aftur í ár luttóku granskarar á Havstovuni á Sjómannadegnum í Klaksvík. Uppgávan var at kanna fisk, sum børnini høvdu fiskað fríggjakvøldið, tá fiskik…

Verkfrøðilesandi í starvslæru á Havstovuni

02.07.2024

Síðsta hálvárið hevur Jákup Jógvansson Clementsen, ið lesur á Danmarks Tekniske Universitet, verið í starvslæru á Havstovuni. Tað er partur av lesnaði…

Havstovan nýggja heimasíðu

04.06.2024

Tann 29. mai varð nýggja heimasíðan hjá Havstovuni gjørd almenn. Tað er fyritøkan Lunnar, sum hevur ment og sniðgivið síðuna. Nýggja heimasíðan er eit…

Vitjan úr Íslandi

04.06.2024

Í síðstu viku fekk Havstovan vitjan av systurstovninum í Íslandi – Hafrannsóknastofnun (HAFRÓ). Endamálið við vitjanini í Føroyum var at kunna seg um …

Skúlaflokkar vitja Havstovuna

08.05.2024

Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku, og í hesum sambandi hava fleiri skúlaflokkar verið á vitjan á Havstovuni. Her hava tey hoyrt um, hvussu …

Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking

05.02.2024

Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt f…

Eydna í Homrum sett sum deildarleiðari

01.02.2024

Tann 1. februar 2024 tekur Eydna í Homrum við sum deildarleiðari á nýskipaðu Tilfeingisdeildini á Havstovuni. Eydna í Homrum er 49 ár, útbúgvin havlív…

Helga Bára Mohr Vang sett sum varaleiðari

01.02.2024

Tann 1. februar 2024 tekur Helga Bára Mohr Vang við sum varaleiðari á nýskipaðu Tilfeinigsdeildini á Havstovuni.Helga Bára er 38 ár, útbúgvin lívfrøði…

Føroyar fáa formannskapin í NWWG arbeiðsbólkinum

29.01.2024

Í januar 2024 fór fram formansfundur hjá Altjóða Havrannsóknarstovninum (ICES) og høvdu Føroyar (Havstovan) eitt umboð á fundinum. Helga Bára Mohr Van…

Frágreiðing um føroysku havvistskipanina útkomin

04.12.2023

Fríggjadagin 1. desembur almannakunngørdi ICES eina frágreiðing um føroysku havvistskipanina – á enskum “Faroes ecoregion – Ecosystem overview”. Frágr…

Fundur um Norskahavið á Havstovuni

27.11.2023

Mikudagin 22. november vóru áhugapartar frá stovnum og vinnu boðin til fund um Norskahavið á Havstovuni. Endamálið var at kunna um gransking í Norskah…

PhD skeið um havklima og vistskipanir væleydnað

16.11.2023

PhD-skeiðið, við heitinum “Ecologically relevant oceanographic processes in the Northeastern Atlantic” er nú lokið. Allir 14 næmingarnir stóðu royndin…

Havstovan á Náttúruráðstevnu í Norðurlandahúsinum

04.10.2023

Á Náttúruráðstevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum týsdagin 3. oktober, hevði Sólvá Jacobsen, lívføðingur á Havstovuni, eina framløgu. Hon greiddi frá…

Verkstova um havgransking í Nuuk

07.06.2023

Granskarar á Havstovuni eru júst heimkomnir av verkstovu í Nuuk millum samstarvspartarnar í granskingarskránni um Havgransking í Norðuratlantshavi. Á …

Ph.d.-skeið um hav- og vistfrøði

20.03.2023

21. august – 1. september 2023 skipa granskarar á Havstovuni fyri spennandi ph.d.-skeiði um sambandið millum hav- og vistfrøðina í eystara parti av No…

Hátíðardagur á Havstovuni

27.01.2023

Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni. Tað ásanna vit í dag. 13 fólk fingu heilsan í sambandi við 40, 30 og 25 ára starvsdagar á Havstovuni og umborð…

Fiskimálaráðharrin vitjað á Havstovuni

19.01.2023

Hósdagin 19. januar var landsstýrismaðurin í fiskivinnu-og samferðslumálum, Dennis Holm, á vitjan á Havstovuni. Á vitjanini á Havstovuni fekk landsstý…

Jóhannis Danielsen á Havstovuni helt bestu snarrøðuna

26.12.2022

Jóhannis Danielsen, ph.d. í lívfrøði og granskari á Havstovuni, vann snarrøðukappingina á Vísindavøkuni, sum var í Runavík fríggjadagin 23. sept. Hann…

Norðurlendskur fundur um plantuæti

07.10.2022

Í døgunum 3-5. oktober hevði norðurlendski arbeiðsbólkurin NOMP (Nordic Marine Phytoplankton) fund um plantuæti á Vinnuháskúlanum. Fiskaaling og Havst…

Ráðstevna og kokkaverkstova um hval og kóp

30.09.2022

Í døgunum 5. og 6. oktober verður Norðurlandahúsið karmur um eina ráðstevnu, og eina matmentanarliga verkstovu, har ljós verður varpað á hval og kóp s…

Føroysk gransking á ICES Decadal Symposium í Bergen

30.06.2022

Karin Margretha H. Larsen, havfrøðingur, var ein av høvuðstalarunum á ráðstevnu hjá ICES í Bergen í síðstu viku. Í sambandi við, at ICES hevur fyriski…

Bogi Hansen heiðraður á ICES Decadal Symposium

24.06.2022

ICES hevur júst hildið sonevnda Decadal ráðstevnu í Bergen, har Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni, var ein av heiðursgestunum. ICES skipar tíggju…

Grønlendski landsstýrirsformaðurin á vitjan á Havstovuni

14.06.2022

Fríggjardagin 10. juni var grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte Bourup Egede, á vitjan á Havstovuni saman við løgmanni, Bárði á Steig Nielsen. Grøn…

1. flokkur úr Sørvági á vitjan

02.06.2022

20 børn og 2 lærarar úr Sørvágs skúla vitjaðu Havstovuna mánadagin fyri at kunna seg um arbeiðið hjá okkum. Mánadagin vóru 20 fitt og áhugaði børn og …

Ph.D.-verja um djóraæti og norðhavssild

10.05.2022

Mánadagin 6. desember 2021 vardi Inga Kristiansen Ph.D. ritgerð sína um samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Hetta er úr Sjóvarmál 20…

ICES-frágreiðing um Norskahavið

01.05.2022

Árliga frágreiðingin um Norskahavið hjá ICES-arbeiðsbólkinum WGINOR er nýliga latin úr hondum. WGINOR arbeiðsbólkurin (Working Group on the Integrated…

Opið skip umborð á Jákup Sverra á Tvøroyri

28.04.2022

Eini 300 fólk vitjaðu umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra á Tvøroyri týsdagin 26. apríl. Hetta var í sambandi við umhvørvisvikuna í kommununi….

Íslendski fiskimálaráðharrin á vitjan á Havstovuni

07.04.2022

Týsdagin 5. apríl var íslendski fiskimálaráðharrin á vitjan á Havstovuni saman við Árna Skaale fiskimálaráðharra. Hesa vikuna hevur íslendski fiskimál…

Stjóraskifti á Havstovuni

01.04.2022

Fríggjadagin 1. apríl tekur Marita Rasmussen við sum stjóri á Havstovuni. Marita, sum seinastu 14 árini hevur verið stjóri í Vinnuhúsinum, tekur við s…

Fiskivinnugransking stuðlar verkætlanum á Havstovuni

03.03.2022

Fríggjadagin 25. februar var árligi framløgudagurin hjá Fiskivinnugransking, har umsitarar av verkætlanunum, ið Fiskivinnugransking stuðlar, greiddu f…

Fyrilestrar frá Fiskivinnustevnuni tøkir

04.02.2022

Eftir væleydnaðu fiskivinnustevnuna, sum var á Hotel Føroyum tann 31. januar 2022, eru fyrilestrarnir savnaðir og lagdir á heimasíðuna hjá Havstovuni….

Fiskimálaráðharrin vitjað á Havstovuni

01.02.2022

Í síðstu viku vitjaði nýggi fiskimálaráðharrin, Árni Skaale, Havstovuna. Landsstýrismaðurin heilsaði uppá stjóra og starvsfólk, varð vístur runt og fe…

Marita Rasmussen nýggjur stjóri á Havstovuni

14.12.2021

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sett Maritu Rasmussen í starvið sum stjóri á Havstovuni. Marita Rasmussen er 54 ára gomul. Hon er útbúgvin …

Magnus Heinason á veg til Kroatia

17.11.2021

Herfyri var endalig avtala gjørd um søluna av Magnusi Heinasyni. Søluprísurin var 1,1 millión krónur og tað er eitt felag í Kroatia, ið hevur keypt sk…

Havstovan og Vinnuháskúlin í samstarvi

20.08.2021

Avtala er nú gjørd millum Havstovuna og Vinnuháskúlan um, at nýggja og framkomna havrannsóknarskipið “Jákup Sverri” fer at vera starvsvenjingarstað hj…

Magnus gjørt sín seinasta túr fyri Havstovuna

30.03.2021

Mikudagin 24. mars kom Magnus Heinason inn av sínum seinasta túri fyri Havstovuna. Í februar og mars samtrolaði hann við Jákup Sverra á yvirlitstrolin…

Løgtingið vitjaði umborð á Jákup Sverra

21.12.2020

Hósdagin 17. desember vitjaðu løgtingsfólk umborð á Jákup Sverra, har umboð fyri Havstovuna, MEST, maskinstjórin og skiparin vístu teimum runt á tí fr…

Magnus Heinason tænt landinum væl

18.12.2020

Tá Magnus Heinason í 1981 avloysti Jens Christian Svabo, sum síðani 1964 hevði verið føroyskt rannsóknarskip, var tað eitt stórt frambrot. Við sínum 1…

Jákup Sverri handaður eigaranum

03.12.2020

Í gjár bleiv avhendingarskjalið og onnur viðkomandi skjøl í sambandi við yvirtøku av nýggja rannsóknarskipinum Jákup Sverra undirskrivað, og skipið er…

Nýggja rannsóknarskipið skal eita Jákup Sverri

19.12.2019

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur tikið avgerð um, at nýggja rannsóknarskipið skal eita “Jákup Sverri”. Skipið fær navn eftir Jákup Sverra Jo…

Nýggj fiskivinnuskipan

23.10.2018

Føroya Løgting samtykti í desember 2017 lógina um fyrisiting av sjófeingi. Lógin kom í staðin fyri lógina um vinnuligan fiskiskap, ið hevði verið gald…

Náttúruvísindaskattur eftir H. C. Müller komin undan kavi

23.10.2018

Á vári 2018 kom eitt gamalt hondskrivað handrit undan kavi á Havstovuni. Tá hetta varð kannað nærri, vísti tað seg at vera eitt frumhandrit um Føroya …

Granskarar kunnaðu ES um Golfstreymin

07.09.2018

Týsdagin 4. september skipaðu Searica, ið er ein felagsbólkur hjá ES, og H2020-verkætlanirnar Blue-Action og AtlantOS fyri einum kunningarfundi um stø…

Eilif Gaard heldur fram sum stjóri á Havstovuni

14.03.2018

Eilif Gaard er settur í starv sum stjóri á Havstovuni. Fiskimálaráðið skrivar soleiðis á heimasíðu síni:Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur gjørt av…

Ph.D. verja: Plantuæti á Landgrunninum – innara økið og ytru økini

09.10.2017

Hósdagin 24. august 2017 vardi Sólvá Káradóttir EliasenPh.D.ritgerð sína um gróður á føroyska landgrunninum. Hetta er úr Sjóvarmál 2017, les víðari he…

Ph.D. verja: Plantuæti á Landgrunninum – innara økið og ytru økini

28.08.2017

Hósdagin 24. August kl.13 fer Sólvá Káradóttir Eliasen at verja ph.d.-ritgerð sína á Vinnuháskúlanum. Ritgerðin er um gróður á føroyska Landgrunninum….

Arbeiðsfundur um data frá Norrönu

13.01.2017

Fyrst í hesi vikuni var ein arbeiðsfundur (workshop) á Havstovuni um m.a. streymmátingarnar, sum verða gjørdar við Norrönu. Tað eru Dr. Tom Rossby frá…

Tveir nýggir doktarar

07.11.2013

Eftir trý ára PhD-lestur hava Kirstin Eliasen, lív frøðingur, og Lise Helen Ofstad, havlív frøðingur, vart doktararitgerðir sínar um ávikavist nebbasi…