{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Ferblettuta kvoysa

Lepidorhombus boscii

Ferblettuta kvoysa er vinstravendur flatfiskur. Ryggfjøðurin er av gronini aftur á klingruna. Gotfjøðurin er frá gotinum aftur á klingruna. Hesar báðar fjaðrarnar enda inni undir klingruni høgrumegin. Uggafjøðurin hvítumegin er bert til helvtar so stór sum hin. Hon hevur stór eygu, ið sita tætt saman. Høgra eyga er aftari enn vinstra. Strikan er nógv bogin oman fyri uggafjøðurina.

Útbreiðsla

Ferblettuta kvoysa heldur til vestan fyri Bretsku Oyggjarnar suður í Biskayavíkina, við Spania, Portugal og Marokko. Hon er eisini at finna í stórum parti av Miðjarðarhavinum.

Undir Íslandi varð hon fyrstu ferð skrásett í 2008 og við Føroyar á Føroyabanka í 2009.

Stødd

Ferblettuta kvoysa kann verða upp í 45 cm long.

Dýpi

Hon er at finna niður á 800 m dýpi, vanligast á 200-400 m.

Litur

Gulbrún á vinstru síðu, hvít á høgru. Tveir svartir blettir eru aftarlaga á ryggfjøðurini og tveir aftarlaga á gotfjøðurini.

Eyðkenni

Vinstra síða vendir upp. Svørtu blettirnir á rygg- og gotfjøður. Ryggfjøðurin og gotfjøðurin ganga ‘afturum’ yvir á hvítumegin afturi á klingruni.

Týdningur

Ferblettuta kvoysa hevur lítlan vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Ferblettuta kvoysa
Lat:Lepidorhombus boscii
Dan:Fireplettet glashvarre
Eng:Four spottet megrim
Fra:Cardine à quatre taches
Ísl:Dílakjafta
Por.Areeiro-de-quatro-manchas
Sve:Fyrfläckig var
Týs:Gefleckter Flügelbutt

Viðkomandi tíðindi

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…