
Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?
Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tíð. Spennandi er at fylgja gongdini, tí hon gevur ta fyrstu ábendingina um, hvussu árið kann fara at hilnast.
Plantuæti er fyrsti liður í føðiketunum í sjónum og er sostatt grundarlagið undir djóralívinum í sjónum. Tá várgróðurin kemur í sjógvin, fær djóraætið føði og byrjar at nørast í stórum. Hetta er so aftur føði hjá m.a. fiskalarvum og yngli. Sera ójavnt er, nær várgróðurin kemur og eisini er ójavnt, hvussu nógv plantuæti er á Landgrunninum ymisk ár. Hesin ójavni gróðurin sæst týðiliga aftur, bæði í tilgongd og vøkstri hjá fiski og sjófugli.
Flestu fiskasløg á Landgrunninum gýta tíðliga um várið, men skulu smáu fiskalarvurnar fáa ta føði, sum teimum tørvar, má gróðurin vera komin í sjógvin. Um hann kemur ov seint í mun til fiskalarvurnar ella er ov lítil, kemur ofta lítið av fiskayngli undan. Og hinvegin, so fáa fiskalarvurnar oftast meira føði tey árini, tá gróðurin kemur nóg tíðliga. Hetta ávirkar øll fiskasløgini, sum gýta á Landgrunninum um várið, bæði tey, sum verða veidd (t.d. toskur og hýsa), og eisini tey, sum eru føði hjá botnfiski og sjófugli (t.d. nebbasild og hvítingsbróðir).
Í samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, kannar Havstovan regluliga nøgdirnar av plantuæti á Landgrunninum. Lívfiskastøðin pumpar stórar nøgdir av sjógvi inn úr Skopunarfirði. Hvørja viku verða nøgdirnar av plantuæti í hesum sjónum kannaðar og úrslitini víst her, so hvørt tey eru tøk. Sum leiðbeinandi mát plaga vit ofta at siga, at tá nøgdirnar av plantuæti eru komnar upp á 1 µg chl-a/L, er várgróðurin byrjaður. Í 2024 hendi hetta tann 23. apríl.
Viðkomandi tíðindi

Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?
27.03.2025
Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tí…

Minni av toskayngli í ár
15.08.2024
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
22.07.2024
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri
28.05.2024
Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir s…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
27.05.2024
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Gróðurin á Landgrunninum er byrjaður
06.05.2024
Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum kom tíðliga í ár. Tað gevur vónir um góð føðiviðurskifti til fiskalarvurnar. Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá…

Broytingar í plantuæti
08.02.2024
Nýggj grein í tíðarritinum Global Change Biology vísir, at ein sterkari subpolarur meldur eftir 2013 broytti plantuætisamfelagið fram við Europeiska l…

Skúm á sjónum
06.07.2023
Hevur tú seinastu dagarnar lagt merki til at nógv skúm hevur verið at síggja á sjónum og undrast yvir, hvat tað man vera? Orsøkin er sannlíkt algur av…