
Merkta grindin farin suður í Bankarennuna
Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, vóru fyrstu náttina í Kallsoyarfirði, men hava síðan ferðast suðureftir, suður á Munkagrunnin. Hvalirnir eru nú komnir suður um Bankarennuna, í eitt øki eystur av Bankarygginum, eisini nevnt Wyville-Thomsons ryggurin. Teinurin er 150 fjórðingar.

Við góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var merkta grindin, ið taldi um 50 hval, rikin úr Kallsoyarfirði og inn á sandin í Fuglafirði, har tríggir hvalir vórðu merktir. Umframt ein sendara, ið bert vísir knattstøður, var ein sendari festur á, ið upplýsir um atburðin, tá hvalurin kavar. Triðji sendarin varð festur á bakið á hvalinum, aftanvert hornið. Hesin sendarin hevur samband við ein hitamátara, ið varð førdur niður í kíkin. Tíðarmátingar av hitanum í kíkinum siga nakað um, nær hvalurin fær sær føði. Sendararnir viga millum 60 og 300 gramm. Havstovan takkar øllum, sum á ein og annan hátt hjálptu til við merkingini.
Bjarni Mikkelsen
Havsúgdjór
Eindarleiðari, Lívfrøðingur
bjarnim@hav.fo / +298 27 85 88
Vangi í PURE / GreinarViðkomandi tíðindi

Merktu grindirnar støðufastar
19.11.2024
Enn riggar ein sendari á hvørjum av grindunum, sum vórðu merktar á Fuglafirði 3. september og á Klaksvík 16. september. Hvørgin av merktu grindunum ha…

Merktur grindahvalur kavar djúpt
25.10.2024
Tann merkti grindahvalurin úr Fuglafirði, hvørs sendari enn riggar, hevur kavað niður á yvir 1100 metra dýpi. Hetta er djypsta kav, ið er skrásett fyr…

Merkt grind ferðast støðugt suðureftir
15.10.2024
Grindin, ið varð merkt á Klaksvík fyri mánaði síðan, ferðast uttan íhald og støðugt suðureftir. Teinurin, hon hevur ferðast, er 1200 fjórðingar, og er…

Merkt grind á Føroyabanka
07.10.2024
Tann merkta grindin úr Fuglafirði hevur nú verið ein túr á Føroyabanka. Eftir at grindin mundi møtt merktu klaksvíksgrindini á Hattonbanka fyri viku s…

Merktu grindirnar tætt saman
27.09.2024
Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp …

Nú eru tvær merktar grindir
19.09.2024
Hin 16. september var ein lítil grind á 20 hval merkt á Klaksvík. Við sera góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var grindin hildin til, og fylgis…

Merktu grind í Klaksvík
17.09.2024
Mánamorgunin 16. september lá ein lítil grind á Pollinum í Klaksvík. Av tí at kaggarnir í Norðoyggjum og Eysturoy vóru fullir, varð avgjørt at merkja …

Merkta grindin sunnan fyri Rockall
12.09.2024
Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall. Hvalirnir ferðaðust fyr…