
Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður
Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seinastu tvey áratíggjuni. Hesin sjógvur rekur í dýpinum suður gjøgnum Íslandsdýpið og verður partur av Norðuratlantiskum djúpsjógvi, sum er týdningarmikil sjógvur í heimshøvunum. Hendan upphitingin kann hava ávirkan á temohalina rákið.
Niðri við botn í Bankarennuni rekur alsamt ísakaldur Yvirflotssjógvur á síni leið út í heimshøvini. Hesin streymur er partur av tí termohalina rákinum, sum er um øll heimshøvini. Rákið er drivið av, at sjógvur kólnar í høvunum norðan fyri okkum og tískil gerst tungur og søkkur niður á stór dýpi. Hetta hendir eitt nú í Grønlandshavinum norðan fyri Grønland-Skotland ryggin, sum er ein undirsjóvarryggur millum Grønland og Skotland (Mynd 1). Dýpini norðan fyri ryggin eru tískil fylt við ísakøldum sjógvi, og tað er hesin sjógvur, sum rekur yvir ryggin gjøgnum tey djúpastu skørðini í rygginum. Tað djúpasta skarðið er Bankarennan, og her er eitt støðugt rák av sonenvdum Yvirflotssjógvi – umleið ein triðingur av øllum Yvirflotssjógvi úr Norðurhøvum ferðast gjøgnum Bankarennuna. Størsti parturin av øllum yvirflotinum fer tó gjøgnum Grønlandsfjørðin millum Grønland og Ísland. Yvirflotssjógvurin er sera týdningarmikil fyri heimshøvini, tí hann eitt nú hevur við sær stórar nøgdir av oksygen og CO2, sum verður flutt við rákinum til onnur heimshøv.

Mynd 1. Undirsjóvarryggurin millum Grønland og Skotland, har tað gráa økið er grynnri enn 750 metrar. Hvítir pílar vísa djúpt yvirflotsrák, meðan reyðu pílarnir vísa rák av Atlantssjógvi inn í Norðurhøv. Millum føroyska landgrunnin og Føroyabanka (FB) er Bankarennan og gjøgnum hana streymar Bankarennuyvirflot.
Havstovan hevur síðani 1995 mátað rákið av yvirflotssjógvi í Bankarennuni. Sum víst á Mynd 2, er rákið støðugt, men hitin niðri við botn er hækkaður lutfallsliga nógv seinastu 20 árini. Samstundis er saltinnihaldið hækkað nakað, og tískil er evnisvektin niðri við botn í Bankarennuni óbroytt. Hinvegin, so blandast Yvirflotssjógvur við Atlantssjógv, beint sum hann kemur út úr Bankarennuni. Evnisvektin á blandingssjónum kann vera lækkað av tí hitnandi Yvirflotssjónum og tað kann føra við sær, at blandingssjógvurin ikki longur kann søkka niður á so stór dýpir í Atlantshavi sum vanligt. Væntast kann, at upphitingin fer at halda fram, og at saltinnihaldið fer at lækka í komandi árum, m.a. vegna lækkandi saltinnihald í Atlantssjógvi í erva. Um so verður, so fer evnisvektin at lækka, og tað kann uppá sikt ávirka tað termohalina rákið.
Mynd 2. Myndin vísir hitan niðri við botn í Bankarennuni (reytt) og rákið av Yvirflotssjógvi gjøgnum rennuna (svart). Rákið er givið í eindini Sverdrup (Sv), sum er tað sama sum ein millión rúmmetrar um sekundið.

Nýggja greinin í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” kann lesast her.
Viðkomandi verkætlanir:
Viðkomandi tíðindi

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan
13.02.2025
Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur…

Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni
27.09.2024
Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini …

Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður
30.08.2024
Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seina…

Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri
26.08.2024
Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024) níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsryg…

Samandráttur av Veðurlagsdegnum 2024
08.07.2024
Nú ber til at lesa samandrátt av væleydnaða Veðurlagsdegnum 2024, sum varð hildin á Hotel Hafnia týsdagin 19. mars 2024. Undir tiltakinum vórðu veðurl…

Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri
28.05.2024
Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir s…

Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?
15.02.2024
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja…

Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar
17.08.2023
Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland …