
Hvalateljingarnar 2024 lidnar
Í summar hava Jákup Sverri og Ran luttikið í altjóða hvalateljingum í Norðuratlantshavi. Teljingarnar eru nú lidnar, og eru skipini bæði komin til lands aftur. Jákup Sverri taldi í føroyskum sjóøki, meðan Ran taldi sjóøkið vestan fyri bretska sjómarkið, úr íslendskum sjógvi og suður á 53. breiddarstig. Hvalateljingarnar gingu sum heild væl, kortini at bæði skipini vóru darvaði nakað av veðrinum. Tað mesta av ætlaða kanningarøkinum var dekkað, tað væntaði bert onkur stytri strekki í hjá Ran.
Seytjan sløg av hvali vóru eygleidd, serliga í sunnara økinum vóru onkur sløg sædd, ið ikki eru dagligir gestir við Føroyar, t.d. vanlig delfin, Sowerby’s og Cuvier’s nevhvalir og sei hvalur. Grind var spjadd um alt kanningarøkið, meðan skjórutur springari var mestur norðaliga í økinum. Í vetur fer arbeiðsbólkur undir NAMMCO at greina úrslitini frá NASS 2024 hvalateljingunum. Meira kunning um kanningina, og hvalateljingar yvirhøvur, og hvussu gingist hevur, er at finna á https://nass.nammco.org/2024/.

Bjarni Mikkelsen
Havsúgdjór
Eindarleiðari, Lívfrøðingur
bjarnim@hav.fo / +298 27 85 88
Vangi í PURE / GreinarViðkomandi tíðindi

Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?
27.03.2025
Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tí…

Merktu grindirnar støðufastar
19.11.2024
Enn riggar ein sendari á hvørjum av grindunum, sum vórðu merktar á Fuglafirði 3. september og á Klaksvík 16. september. Hvørgin av merktu grindunum ha…

Merktur grindahvalur kavar djúpt
25.10.2024
Tann merkti grindahvalurin úr Fuglafirði, hvørs sendari enn riggar, hevur kavað niður á yvir 1100 metra dýpi. Hetta er djypsta kav, ið er skrásett fyr…

Merkt grind ferðast støðugt suðureftir
15.10.2024
Grindin, ið varð merkt á Klaksvík fyri mánaði síðan, ferðast uttan íhald og støðugt suðureftir. Teinurin, hon hevur ferðast, er 1200 fjórðingar, og er…

Merkt grind á Føroyabanka
07.10.2024
Tann merkta grindin úr Fuglafirði hevur nú verið ein túr á Føroyabanka. Eftir at grindin mundi møtt merktu klaksvíksgrindini á Hattonbanka fyri viku s…

Merktu grindirnar tætt saman
27.09.2024
Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp …

Nú eru tvær merktar grindir
19.09.2024
Hin 16. september var ein lítil grind á 20 hval merkt á Klaksvík. Við sera góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var grindin hildin til, og fylgis…

Merktu grind í Klaksvík
17.09.2024
Mánamorgunin 16. september lá ein lítil grind á Pollinum í Klaksvík. Av tí at kaggarnir í Norðoyggjum og Eysturoy vóru fullir, varð avgjørt at merkja …