Lítli prikkafiskur

Benthosema glaciale

Lítli prikkafiskur hevur eina ryggfjøður, eina gotfjøður og eina fitifjøður. Gotfjaðrarfestið er munandi longri enn ryggfjaðrarfestið. Hann hevur smáar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar. Uggafjaðrarnar eru longri enn búkfjaðrarnar, men koma ikki aftur undir ryggfjøðurina. Fremri endi á gotfjøðurfestinum er mitt undir ryggfjøðurini. Eygnatvørmátið er meira enn 30% av høvuðlongdini. Ljósgøgn eru undir búkinum og undir kjaftinum, umleið 27. eini 7 ljósgøgn eru eftir síðunum og eitt ljósgagn er við stertin.

Útbreiðsla

Í Atlantshavinum er lítli prikkafiskur millum 80°N – 10°N, frá Svalbarði til Guinea í Afrika. Í Miðjarðarhavinum er hann. Vestanfyri er hann frá Hudsonflógva til Kuba.

Stødd

Hann verður upp í umleið 10 cm langur.

Dýpi

Lítli prikkafiskur er úr vatnskorpuni niður á 1500 metrar ella djúpari. Hann er djúpt í dagslýsi, ovarlaga í myrkri.

Litur

Hann er svartur, svartgrómutur til myrkt brúnligur. Á síðunum og undir búkinum er ein feril av perlumóðurskini.

Eyðkenni

Lítli prikkafiskur hevur eittans ljósgagn niðarlaga á klingruni. Flestu aðrir hava tvey. Bara eitt ljósgagn á klingruni beint undir strikuni. Uggafjaðralongdin.

Týdningur

Lítli prikkafiskur hevur ikki havt vinnuligan týdning. Hann fæst sum hjáveiða, m.a. í flótitroli á djúpum vatni.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Lítli prikkafiskur
Lat:Benthosema glaciale, Myctophum glaciale
Ala:Glacial lanternfish
Dan:Isprikfisk
Eng:Glacier lanternfish
Fra:Lanterne glaciaire
Ísl:Íslaxsild
Ita:Pesce lanterna glaciale
Nor:Nordlig prikkfisk, Nordlig lysprikkfisk
Rus:Severnyj svetjascijsja ancous
Sve:Strøms prikkfisk, Nordlig prickfisk
Týs:Laternenfisch

Viðkomandi tíðindi

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…