{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Svartblettuta langasporl

Caelorinchus caelorhincus caelorhincus

Svartblettuta langasporl er fittligur, lítil fiskur, tað hevur fastan kropp. tað er tjúkkast um nakka og bul. Gotfjøðurin er frá gotinum aftur í sporlsendan. Tvær ryggfjaðrar eru, tann fremra høg og stutt og er ikki tent framman. Hon røkkur niðurløgd akkurát ikki til aftaru ryggfjøður. Tann aftara ryggfjøðurin er so lág, at hon valla sæst. Tað hevur ikki stert, sporlið endar í einum spíssi. Sæð inn á síðuna, er gronin nakað spísk, men úr neðra/erva avrundað. Lítli kjafturin situr inni undir gronini. Fremri partur á kjaftinum er fremri enn eygað, og kjaftklovin er nærum áraka aftaru eygnasteinsrond. Kjafturin kann skjótast fram. Tað hevur lítla finnu. Tað hevur sjónskan beinkamb av trantinum, undir eygunum og næstan til kápuendan, har kamburin endar í einum, sum næstan stendur leyst útúr, sum ein negl. Eygað er umleið 1/3 av høvuðlongdini, og gronin framman fyri eygað er minni enn eygnatvørmátið. Roðslan er hvøss og skrubbut. Gotið er tætt aftur móti gotfjøðurini. Uttan um gotið er roðslusett. Uggafjøðurspíssurin røkkur akkurát aftur móti gotinum.

Útbreiðsla

Svartblettuta langasporl er í Atlantshavinum norður til Suðurnoregs, um syðra partin av føroyskum sjógvi til Suðurlandið í Íslandi og Suðurgrønlands. Tað er eisini í Miðjarðarhavinum, við Vesturafrika, Asoroyggjar og Norðuramerika.

Stødd

Tað verður neyvan longri enn 40 cm.

Dýpi

Tað sigst at vera úr 140 metrum niður á 1250 metrar. Benthopelagiskur fiskur. Undir Føroyum er tað fingið á umleið 410-550 m.

Litur

Á trolveiddum fiski er brúnligi/svartdimmi liturin avfarin, og fiskurin er gráligur at sjá. tað hevur eyðsýndan avlangan svartan blett á búkinum fremst millum búkfjaðrarnar.

Eyðkenni

Lítli, svarti bletturin á búkinum. Beinkamburin á høvdinum. Fremra ryggfjøðurin er aftari enn uggafjaðrarnar, er ikki smátent á kantinum framman og kemur ikki aftur til aftaru ryggfjøður.

Týdningur

Tað hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Svartblettuta langasporl
Lat:Caelorinchus caelorhincus caelorhincus, Coelorinchus coelorinchus
Azo:Rato-bicudo
Dan:Sortplettet skolæst
Eng:Blackspot grenadier, Hollowsnout grenadier
Fra:Grenadier raton
Ísl:Trjónuhali
Ita:Pesce sorcio
Jap:Fuda-sokodara
Nor:Spiritist
Pol:Bulawik ostronosy, Bulawik strzalka
Por:Lagartixa-do-mar
Spa:Pez rata, Granadero acorazado
USA:Saddled grenadier

Viðkomandi tíðindi

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…