Spískaskøta

Dipturus oxyrinchus

Eitt rað við 4-11 píkum er mitt eftir halanum. Vaksnir fiskar hava ofta meira ella minni mist hesar píkar, men fáa í staðin eitt rað hvørjumegin á halanum. Viðhvørt er ein, viðhvørt eingin píkur millum ryggfjaðrarnar. Hon hevur smáar píkar við eyguni og langa gron, 5-6 ferðir ennibreiddina. Ravakantarnir framman eru týðiliga innbendir, við meira ella minni bylgjutum sniði. Skivuskapið aftan fyri ravahornini er mest sum í ein hálvboga, útbent.

Útbreiðsla

Spískaskøta er frá Hetlandi inn í Oslofjørðin og frá Tromsø suður til Asoroyggjarnar, Kanariuoyggjarnar, Madeira, Marokko og inn í Miðjarðarhavið. Fæst av og á í føroyskum sjógvi.

Stødd

Spískaskøta verður í mesta lagi 150 cm long.

Dýpi

Hon er á dýpum millum 50 m og 900 m.

Litur

Bakið er brúnt, viðhvørt grábrúnt, við heldur stórum, ljósum blettum og strikum. Undir búkinum er hon gráhvít-grábrún við døkkum blettum og strikum.

Eyðkenni

Tann spíska gronin, ongar píkar uttan teir fáu á halanum og kanska við eyguni.

Týdningur

Spískaskøta hevur lítlan vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Spískaskøta
Lat:Dipturus oxyrinchus, Raja oxyrinchus
Dan:Plovjernsrokke
Eng:Longnosed skate, Sharpnose skate
Fin:Vannasrausku
Fra:Raie capucin, Alène, As de pic, Blanquette, Cabac, Capoutchin, Capoutchou, Flossade, Fuma, Fumat, Grimau, Mirailhet, Pissoa, Pocheteau gris, Pocheteau noir, Raie noire, Razza capucina, Torpilleur, Tyre
Ita:Razza monaca
Ned:Scherpsnuit
Nor:Spisskate, Plogskate, Spissrokke
Pol:Raja ostronosa
Por:Raia bicuda, Arado, Ferreiro, Raia corva, Raia curva, Raia picuda
Rus:Dlinnory’lyj skat
Spa:Cavach rayón, Machvelo, Picón, Raya picuda
Sve:Plogjärnsrocka, Plogjarnsrocka
Týs:Spitzchnauziger Roche, Spitzrochen

Viðkomandi tíðindi

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…