{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Toskur

Gadus morhua

Toskur er virðismikil fiskur og hevur stóran vinnuligan týdning. Undir Føroyum hava vit ein toskastovn á Landgrunninum og ein toskastovn á Føroyabanka.

Toskur hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar, ið allar eru nakað avrundaðar í skapi. Strikan er nakað bogin yvir uggafjøðurini. Hann er klænur um klingruna, og sterturin er beinur aftan. Hann hevur yvirbit. Finnan er líka long sum eygnatvørmátið. Gotið er undir fremra enda á mittastu ryggfjøðurini. Kjaftklovin kemur aftur undir fremru trom á eygnasteininum.

Strikan og smáu blettirnir eru góð eyðkenni.

Toskur verður upp í 180-200 cm, vanliga 50-120 cm. Elsti aldursgreinaði toskur undir Føroyum var 30 ár.

Útbreiðsla

Toskur er báðumegin í Norðuratlantshavinum. Í Barentshavinum frá Novaja Semlja og Svalbarði og Jan Mayen og suður til Biscayavíkina. Í Eystarasalti, Kattegat, Skagerrak, í Norðsjónum, undir Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Frá Labrador til North Carolina.

Toskur finst frá vatnskorpuni niður á í minsta lagi 600 metrar.

Fleiri toskastovnar

Toskur hevur nógv ymisk gýtingarøkir og av tí sama verður hann flokkaður í ymsar toskastovnar. Mett verður at tað eru einir 20 ymiskir toskastovnar í Norðuratlantshavi.

Undir Føroyum eru tveir serstovnar av toski, toskurin á Landgrunninum og toskurin á Føroyabanka. Lítið og onki samband er millum hesar toskastovnarnar. Harumframt er toskur av íslendskum uppruna vanligur á Íslandsrygginum. Lítil vitan er um stovnsuppbýtið hjá toski á Ytrabanka/Bill Baileybanka og Ytstabanka/Lúsabanka.

Útbreiðsluøkini hjá toski á Landgrunninum og Føroyabanka eru víst á myndini. Útbreiðsluøki eru grøn, gýtingarøki gul og uppvakstrarøki brandgul.

Lívfrøði

Toskur er botnfiskur.

Stovnseyðkenni

Í mun til tosk á Landgrunninum er toskurin á Føroyabanka ljósari á liti, sporlið er breiðari og lukturin verður sagdur at vera øðrvísi.

Vøksturin á toski er tengdur at økinum hann livir í. T.d. veksur toskur á Føroyabanka skjótari enn toskur á Landgrunninum.

Gýting

Undir Føroyum gýtir toskur frá februar til mai.

Eftir gýtingina flotna rognkornini og verða spjadd við streyminum.

Yngul og ungfiskur

Rogn, larvur og yngul hjá toski liva ovarlaga í sjónum fyrstu mánaðarnar. Í juni-juli tekur toskayngul botn.

Føði

Toskur etur nærum alt, sum hann fær fatur á. Um okkara leiðir etur hann t.d. fisk, krabbadjór, lindjór og høgguslokk.

Ferðing

Toskur er ógvuliga støðufastur fiskur, við tað at hann nærum ikki ferðast til onnur havøki. Merkingarroyndir av bæði bankatoski og toski á Landgrunninum vísa, at nærum ongin ferðing er teirra millum. Harafturat eru bert 14 toskar av umleið 10000 merktum toskum í føroyskum øki fingnir aftur uttan fyri føroyska økið.

Toskur er eisini støðufastur tá tað veldst um gýtingarøki og føðiøki (har toskur livir, tá hann ikki gýtir), soleiðis at tann einstaki toskurin brúkar sama gýtingarøki og sama føðiøki ár undan ári. Eftir gýting fer toskur “heimaftur”, har hann heldur seg frá mai-juni og til einaferð í januar-februar komandi ár.

Litur

Vanligi liturin er grábrúnur, gulgrønur um bakið og síðurnar, settur við tøttum, dimmum, gráligum ella brúnligum blettum. Undir búkinum er hann ljósur, hvítur ella gráhvítur. Men hann hevur eisini aðrar litir, t.d. dimmbrúnur (flotfiskur), reyðbrúnur (í taranum). Strikan er hvít/ gráhvít.

Nøvn á fiski á øðrum máli
MálNøvn
Før:Toskur, Bankfiskur, Berggylta, Blankur fiskur, Bollingur, Brondingur, Bøllingur, Fellistoskur, Flakningur, Gloypingur, Gráur fiskur, Grunnafiskur, Grunningur, Havtoskur, Heystfiskur, Hvítur fiskur, Krabbafiskur, Landfiskur, Landskránur, Lutningur, Málfiskur, Miðafiskur, Nabbafiskur, Reyðbelta, Reyðfiskur, Sildafiskur, Skránur, Slánur, Smáfiskur, Stútingur, Summarfiskur, Tertlingur, Torrafiskur, Tysklingur, Várfiskur
Lat:Gadus morhua, Gadus callarias, Gadus morhua morhua
Dan: Torsk, Græstorsk, Rødtorsk, Sandtorsk
Eng:Cod, Atlantic Cod, Black codling, Blockie, Bodachrudh, Coddie, Codling, Droud, Duncan, Hum, Keelin, Kleg, Poullach, Purr, Red knock, Scots Willie, Shingler, Slinger, Slink, Sprag, Stuckie, Wairey codlin
Fin:Turska, Tinska
Fra:Cabillaud, Bakalaua, Doguette, Morue, Moulue
Gri:Bakaliáros, Gados
Grø:Saarullik, Sârugdlik
Ísl:þorskur
Ita:Merluzzo Bianco, Baccalà
Jap:Tara, Madara
Ned:Kabeljauw, Dogger, Gul
Nor:Torsk, Gjedd, Kruppung, Skrei
Pol:Watlusz, Dorsz
Por:Bacalhau, Almôndega de peixe, Amarelo cure
Rus:Atlantiçeskaja treska, Pertuy
Spa:Bacalao
Sve:Torsk
Týs:Kabeljau, Dorsch
USA:Cod

Fingið ein merktan fisk?

Ert tú so heppin at hava fingið ein merktan fisk, so vinarliga lat okkum merkið og fiskin. Tú fært góðan kiloprís fyri fiskin, umframt finningarløn og lutaseðlar, har tú verður við í einum árligum lutakasti um 12.500 kr.

ClimeFishLink – Linking 80 years of variation in fish growth to climaticeffects on food webs, temperature and field metabolic rates using otolith chemistry

ensk
føði
hiti
Hýsa
rák
Toskur
Áramál
2024 – 2026
Fígging
Havgransking í Norðuratlantshavi
Fólk á Havstovuni
Petur Steingrund og Sólvá Jacobsen

Endamálið við verkætlanini er at kanna vøkstur hjá toski og hýsu undir Føroyum yvir eitt langt tídarskeið og at seta hetta í samband vid havstreymar, sjóvarhita og føði.

Nebbasild og toskur á innaru leiðum

Jákup Sverri
nebbasild
Toskur
Áramál
2020 – 2021
Fígging
Fiskivinnuroyndir
Fólk á Havstovuni
Hannipoula Olsen

Verkætlanin er endað!

Nebbasild er týdningarmikil føði hjá toski, og taltilfarið, sum Havstovan regluliga fær um nebbasild (spp.), tekur støði í magakanningum av toski á árligu yvirlitstrolingunum á Landgrunninum og í yngultølunum frá árliga yngultúrinum. Hesir túrar eru lagdir fastar tíðir á árinum. Saman merkir hetta, at árstíðarbroytingar í útbreiðslu og nøgd av ymsu nebbasilda-stovnunum ikki síggjast í vanliga innsavnaða taltilfarinum.

Ein lovandi háttur at meta um toskastovnin á Føroyabanka við at nýta umhvørvis DNA

eDNA
Føroyabanki
stovnsmeting
Toskur
Áramál
2017 – 2019
Fígging
Fiskivinnuroyndir
Fólk á Havstovuni
Ian Salter

Verkætlanin er endað!

Høvuðsendamálið við verkætlanini var at nýta ein nýggjan hátt at kanna fiskastovnar, har umhvørvis DNA (uDNA) verður brúkt. Umhvørvis DNA í havinum kemur fyri ein part frá fiskastovnunum í økinum og kann kannast við at taka bara nakrar fáar litrar av sjógvi.

Viðkomandi tíðindi

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Eitt vet meira av toski

20.03.2025

Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er r…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Hans Petur Djurhuus vann lutakastið

15.11.2024

Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuu…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Minni av toskayngli í ár

15.08.2024

Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?

10.04.2024

Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og a…