03. Jan. 2022

Teingja umhvørvis-DNA við sjálvvirkna prøvatøkuútgerð

 

Umhvørvis-DNA í sjógvi er alt tað DNA, ið vit fáa gagnnýtt úr einum sjógvprøva. Tað fevnir um DNA frá smáu verunum og leivdir av DNA, sum eru útskildar frá størri verum. Ein einstakur sjógvprøvi kann tí geva vitan um heilar vistskipanir í sjónum.

 

Ein fyrimunur við at brúka sjógvprøvar til at kanna lívið í havinum er, at slíkir kunnu takast og goymast við sjálvvirknari prøvatøkuútgerð. Vanligir prøvatøkuhættir við glúpum og trolum krevja, at fólk taka prøvarnar, og hetta avmarkar slíka prøvatøku í tíð og stað. Hetta ger seg serliga galdandi í illa atkomiligum støðum, so sum í Arktis, har tjúkkur ísur kann gera tað trupult, ella ómøguligt, at koma framat við rannsóknarskipi. Tí er okkara vitan um vistskipanirnar undir ísinum framvegis avmarkað.

 

Granskarar á Havstovuni hava verið við í eini vísindaligari kanning, sum nýliga er almannakunngjørd, har sjálvvirkin prøvatøkuútgerð var sett á fortoyingar undir arktiska havísinum í eitt heilt ár. Sekventerað umhvørvis-DNA frá bakterium og algum frá hesum prøvum hevur á fyrsta sinni víst, hvussu plankton-samfelagið undir ísinum broytist gjøgnum allar árstíðirnar.

 

Les greinina her.