19. Mars. 2021

Nógv til av hýsu og lítið av toski á føroyska landgrunninum

 

Tær árligu yvirlitstrolingarnar á vári á føroyska landgrunninum eru nú gjørdar við Magnusi Heinasyni. Tikin vóru øll 100 hálini, har hvørt hál vardi ein tíma. Hýsan var framvegis at fáa í stórum nøgdum, tó tað var nakað minni enn í fjør. Nøgdin av upsa var eisini størri enn hevur verið vanligt seinastu árini. Hinvegin var lítið at fáa av toski. Lodna er sjáldsamur fiskur undir Føroyum. Eins og í fjør var tó nakað av lodnu at fáa á yvirlitstrolingini. Lodna var fingin á 13 støðum innarliga á Landgrunninum og tað var rættiliga vanligt at finna lodnu í fiskamagum, serliga hjá toski.

 

Á túrinum blivu 56 hál tikin saman við nýggja rannsóknarskipinum Jákup Sverra. Hetta var gjørt fyri at kunna samanlíkna fiskievnini hjá tí gamla og tí nýggja rannsóknarskipinum, sum fer framyvir at gera yvirlitstrolingar á Landgrunninum.

 

Yvirlitstrolingin við Magnusi Heinasyni var gjørd á tveimum túrum. Túrfrágreiðing frá fyrra yvirlitstúrinum sæst her.

 

Túrfrágreiðing frá seinna yvirlitstúrinum, har úrslitini fyri báðar túrarnar eru gjørd upp, sæst her.