18. Jan. 2021

Toskur leypur á æðublik

 

Hósdagin 7. januar fingu vit forkunnuga filmsupptøku av einum toski, sum leggur eftir einum æðubliki í Haraldssundi. Á upptøkuni sæst toskurin leypa á og gloypa um hálsin á æðublikinum í eini 10 sekund. Tað kemur meir enn so fyri, at fiskur etur fugl. Mann hevur fleiri ferðir funnið fugl í fiskamaga. Í fjør var bæði lundi og havhestur funnin í havtaskumaga, sum varð fiskaður á Føroyabanka. Eisini er merktur kjógvi og rotta funnin í toski. Hetta er tó fyrstu ferð, sum vit vita um, at upptøkur eru fingnar av toski, ið beinleiðis leypir á fugl.

 

Upptøkurnar eru tiknar í sambandi við eina verkætlan, sum Havstovan hevur um nebbasild og tosk á innaru leiðum. Verkætlanin inniber at gera upptøkur ein tíma í senn á ymsum plássum runt um landið. Útgerðin, sum verður nýtt, nevnist stereo Baited Remote Under Water Surveillence (sBRUVS) og nýtir tvey filmsupptøkutól at taka upp við. Við stereophotogammetry ber til at máta longdina á fiski, sum svimur framvið. Hesin toskurin, sum leggur eftir æðublikinum, er máldur at vera 73 cm langur.

 

Til ber at fylgja verkætlanin á instagram @nebs.cod, har myndir og filmsbrot javnan vera løgd út.

 

(Dagført 28. januar 2021)