18. Des. 2020

Sjóvarmál 2020 komið!

 

Ársritið hjá Havstovuni, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum seinasta árið, er nú komið. Nakrir fastir tættir eru, so sum ymiskar tíðarseriur og lýsing av verkætlanum, sum eru í gongd just nú.

 

Eisini er skrivað um nýggja rannsóknarskipið Jákup Sverra, um slánar inni við land, um ferðingarmynstrið hjá skrápi, um hvussu havið fløðir – eisini kring Føroyar og annað forkunnugt.

 

Sjóvarmál 2020 kann lesast sum pdf’ur her á heimasíðuni ella fáast sum bóklingur við at venda sær til Havstovuna.