26. Okt. 2020

Djúpur havstreymur fram við Íslandsrygginum útgreinaður

 

Í dýpinum í Norðurhøvum er ísakaldur sjógvur, sum ferðast suðureftir og flýtir yvir Grønland-Skotland ryggin, serliga gjøgnum Danmarkarsundið og Bankarennuna. Í eini nýggjari útgreining verður víst, at sjógvur úr Íslandshavinum – umframt at streyma í Danmarkarsundið – eisini streymar vestureftir fram við Íslandsrygginum (sí mynd). Møguliga er hetta rák upprunin til helvtina av tí yvirflotssjógvi, ið rennur gjøgnum Bankarennuna.

 

Í eini vísindaligari grein, sum júst er almannakunngjørd í tíðarritinum Nature Communications, verða data frá einum rannsóknartúri hjá amerikanska rannsóknarskipinum R/V Knorr í 2011 brúkt at greina hendan higartil ókenda djúpa havstreymin. Harumframt verða hita-, salt- og streymdata frá Havstovuni brúkt til at stuðla greiningini av havstreyminum, ið hevur fingið enska heitið Iceland-Faroe Slope Jet. Hesin streymur hevur áleið sama hita og saltinnihald, sum eystari streymurin í Danmarkarsundinum, nevndur North Icelandic Jet, sum bendir á, at sjógvurin í báðum streymum hevur sama uppruna. Í eini aðrari grein í sama tíðarritið verður víst á, at sjógvurin hevur uppruna í Grønlandshavinum. Mátingarnar frá amerikanska rannsóknartúrinum vísa ein djúpan havstreym, ið gongur eystureftir norðan fyri Ísland og víðari fram við hellingini norðan fyri Íslandsryggin og føroyska landgrunninum. Nýggjar djúpar streymmátingar hjá Havstovuni staðfesta, at Iceland-Faroe Slope Jet altíð er til staðar – vetur og summar – hóast styrkin á honum kann broytast frá viku til aðra. Mett verður, at djúpi streymurin norðan fyri Føroyar førir umleið 1 Sv (t.e. 1 mió rúmmetrar um sekundið). Hetta er áleið helvtin av transportinum av djúpum sjógvi gjøgnum Bankarennuna og út í Atlantshavið – eitt rák, ið er av alstórum týdningi fyri sirkulasjónina í verðinshøvunum.

 

Granskarar frá Universitetinum í Bergen, Woods Hole Oceanographic Institute í USA og Havstovuni hava staðið fyri arbeiðinum at útgreina djúpa havstreymin. Mátingarnar hjá Havstovuni eru m.a. stuðlaðar av Klima-, Energi- og Forsyningsministeriet í Danmark og av H2020 verkætlanini Blue-Action. Greinin er atkomulig hjá øllum og kann lesast her. Hin greinin, ið vísir á, at sjógvurin stavar úr Grønlandshavinum kann lesast her.

 

Karin Margretha H. Larsen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ), Hjálmar Hátún ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ) og Bogi Hansen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )