19. Okt. 2020

Grindin mitt úti í Norðuratlantshavinum

 

Merkta grindin úr Bø, sum í eina tíð hevur ferðast eystan fyri Miðatlantsryggin, hevur nú flutt seg vestur og suður yvir, og er nú mitt úti í Norðuratlantshavi, við somu fjarstøðu til Asorurnar sum til Kappan.

 

Grindin er væl vestan fyri Miðatlantsryggin, á eini leið eingin mekt grind hevur verið áður, og nærmasti banki er nú Flemish Kap.

 

Bjarni Mikkelsen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )