09. Sep. 2020

Grindin úr Bø ferðast nú suðureftir

 

Grindin úr Bø hevur seinastu vikuna ferðast okkurt um 350 fjórðingar í ein beinan sunnan, eftir at hon vendi norðuri á 64 breiddarstigum, einar 140 fjórðingar vestur av Snæfellsnesi. Hin 5. september sløknaði tann eini sendarin í hesi grindini, eftir av hava virkað í 91 dagar. So nú er ein sendari eftir, sum virkar.

 

Eftir at hava fylgt grindini úr Havn í 75 dagar, sløknaði seinasti sendarin tíverri hin 29. august. Tá hevði grindin ferðast 2.500 fjórðingar, mest á leiðum merktar grindir ikki fyrr hava verið. Tá sambandið slitnaði, var grindin á 57 breiddarstigum, at kalla mitt millum Grønland og Írland.

 

Bjarni Mikkelsen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )