13. Juli. 2020

Merktu grindirnar vestarlaga

 

Merkta grindin úr Havn hevur seinasta dagarnar ferðast í ein útsynning, og er nú á 28 longdarstigum. Grindin førkar seg spakuliga vestureftir, og er nú ájavnt tað vestasta grindin úr Bø hevur verið.

 

Merkta grindin úr Bø hevur seinastu dagarnar ferðast eystureftir, burtur frá Reykjanesrygginum, men hevur vent, og ferðast nú aftur vestur móti rygginum.

 

Bjarni Mikkelsen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )