16. Apr. 2020

Gongd í kanningum um nebbasild og tosk á innaru leiðum

 

Eins og alt Føroya land hevur Havstovan verið niðri í ferð, men er nú eisini farin ígongd aftur. Í morgun fór Magnus Heinason út á Nebbasildakanningar. Hetta er í samband við eina verkætlan um árstíðarbroytingar í útbreiðslu og nøgd av trimum sløgum av nebbasild og týdning teirra sum føði hjá toski á innaru leiðum.

 

Verkætlanin hevur í koronatíðum riggað útgerð til at taka videoupptøkur undir vatnskorpuni við einum sonevndum sBRUVS, sum stendur fyri stereo Baited Remote Underwater Video Surveillance. Hetta snýr seg í høvuðsheitum um at nýta tvey upptøkutól at taka film upp samstundis í ein ávísan vinkul. Síðani ber við stereophotogammetry til at fáa longdarmát av eitt nú fiski, sum svimur fram fyri upptøkutólini.

 

Á nebbasildakanningunum verður hendan útgerð nú roynd fyri fyrstu ferð, og til ber at fylgja við á Instagram vangamyndini hjá verkætlanini, nebs.cod, har verða myndir regluliga lagdar út.

 

Hannipoula Olsen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )