08. Apr. 2020

Gýtandi brislingur inni á firðunum

 

Síðst í mars gjørdi Magnus Heinason ein stuttan brislingatúr at kanna hvar brislingurin er tíðliga um várið, eftir at fiskiskapurin er liðugur, og at kanna nær brislingurin gýtir.

 

Kanningarnar vóru gjørdar á Tangafirði og Skálafjørðinum, tí har hava vit sæð mest samanhangandi skriftina um veturin. Tað vísti seg, at, brislingurin, sum var størri enn 9 cm, var gýtandi. Vit vistu ikki nær ella hvar brislingur gýtir undir Føroyum, so hetta var týðandi vitan at fáa tilvega.

 

Ein onnur forvitnislig hending var, at vit fingu lodnu í trolið, bæði á Tangafirði og Skálafjørðinum. Hetta var rættuliga smá lodna, millum 3 og 11 cm til longdar. Vit vita ikki við vissu, hvaðani henda lodna stavar, men meta, at hon er undan gýting í ein landnyrðing úr Íslandi. Lodnan er seinnu árini farin at gýta á norður-eysturlandinum, og møguliga rekur partur av hesum yngli henda vegin. Ætlandi verður hetta kannað við ílegukanningum komandi tíðina.

 

Les alla frágreiðingina her