12. Feb. 2020

Seinasta sigliárið hjá Magnusi Heinasyni byrjað

 

Í gjár byrjaði Magnus Heinason ársins fyrsta rannsóknartúr. Aftur í ár er størsti parturin av rannsóknartúrunum afturvendandi kanningar, sum verða gjørdar á hvørjum ári – og allarhelst um somu tíð hvørt ár.

 

Tað serstaka í ár er, at aftan á summarsteðgin verður tað nýggja rannsóknarskipið, Jákup Sverri, sum ger túrarnar. Tær fyrstu tríggjar vikurnar gera bæði rannsóknarskipini somu trolingar til samanberingar.

 

Eins og vanligt er, verða hiti, salt og plantu- og djóraæti kannað á fyrsta túrinum – og seks líknandi túrar eru afturat gjøgnum árið. Á onkrum av teimum túrunum verða eisini føðslusølt og fiskayngul kannað, og eisini verða streymmátarar tiknir inn og lagdir útaftur.

 

Í februar og mars verða árligu váryvirlitstrolingarnar gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka, og hesar verða endurtiknar í august mánaði. Eisini verða svartkalvi og djúphavssløg kannaði á yvirlitskanningum á djypri vatni seinni í ár.Yvirlitskanningar av uppsjóvarfiski verða sum vant gjørdar í felag við onnur lond, tí kanningarøkið er so stórt; Magnus Heinason ger ekkó-kanningar av svartkjafti í apríl og av sild í mai, meðan makrelkanningarnar í juli verða gjørdar við leigaðum skipi.

 

Umframt afturvendandi rannsóknartúrarnar, er ætlanin í ár at kanna nebbasild og brisling inni á firðum og sundum á einum túri í apríl. Harumframt er eisini ætlanin at hava ein oseanografiskan túr í mai afturat tí afturvendandi oseanografitúrinum í apríl. Rannsóknarárið endar um hálvan november við einum túri inni á firðum og sundum, har brislingur verður kannaður.

 

Túrætlanin fyri kanningarárið 2020 sæst her.