10. Des. 2019

25,5 milliónir frá donsku stjórnini til havgransking

 

Á donsku fíggjarlógini eru 25,5 mió kr settar av í 2020-2023, til gransking í havi og klima í Norðuratlantshavi.

 

Havið og teir stóru havstreymarnir ávirka í stóran mun heimsins veðurlag. Ávirkanin gongur eisini hinvegin, at veðurlagið ávirkar havstreymarnar og lívið í sjónum. Føroyar liggja soleiðis fyri, at meginparturin av tí lutfalsliga flógva Atlantssjógvi, sum rekur inn í Norðurhøv og víðari inn í Arktis, rekur fram við Føroyum. Hesin havstreymur er upprunin til lýggja veðurlagið í Norðurhøvum og Skandinavia, umframt at hann flytur nógvan hita til Arktis. Um streymurin broytist, so ávirkar tað veðurlagið í bæði Norðureuropa og Arktis, umframt at livilíkindini í Norðurhøvum og arktiskum havøki broytast.

 

Umhvørvi og veðurlag hava hægstu raðfesting hjá Donsku stjórnini og Danmark gongur á nógvum økjum undan, tá tað kemur til at avmarka umhvørvis- og veðurlagskreppuna. Stjórnin og stuðulsflokkar hennara hava tí gingið umbønini hjá Edmundi Joensen á møti og hava sett 25,5 mió kr av til havgransking í Norðuratlantshavinum komandi fýra árini. Játtanin fer at gera tað gjørligt at fremja umfatandi gransking í Norðuratlantshavi, frá havleiðunum við Føroyar og syðra parti av Norskahavinum og vestur í Irmingerhavið. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi millum danskar, føroyskar og grønlendskar granskingarstovnar, og Havstovan fer at umsita játtanina.

 

Eystaru partar av Norðurhøvum er heitari enn nakað annað havøki, sum liggur so tætt við pólarnar. Orsøkin er ein støðugur streymur av lýggjum sjógvi sunnaneftir. Umleið 90% av hesum sjónum rekur framvið Føroyum. Ein partur av hesum sjónum søkkur og rekur suðureftir ígjøgnum Hetlands- og Bankarennuna, meðan ein partur rekur longur norður og hitar Arktis. Sostatt liggja Føroyar mitt í hesari stóru “hitapumpuni”.

 

Havstovan hevur í nógv ár mátað streym og hitaflutning fram við Føroyum og hevur góðan førleika til slíkt arbeiði. Hesar mátingar vísa, at higartil er rákið rættiliga støðugt. Sjógvurin er tó hitnaður, og tí er flutningurin av hita inn í tey arktisku økini øktur. Játtanin fer at gera tað gjørligt at økja um hesar týdningarmiklu mátingarnar, umframt at modelkanningar og onnur gransking verður gjørd.

 

Í Irmingerhavinum er ein meldur av sjógvi (Subpolari Meldurin), ið hevur sín uppruna í Labradorhavinum og sum melur ímóti klokkuni. Hesin meldurin er ójavnur í styrki og stødd, og tað ávirkar havøkini, bæði vestanfyri (ímóti Grønlandi) og eystanfyri (við Føroyar og í Norskahavinum).

 

Kannað verður eisini, hvussu streym- og hitabroytingar kunnu ávirka ta lívfrøðiligu framleiðsluna í havvistskipanunum og útbreiðsluna av livandi verum.

 

Væntandi fer granskingin at hava stóran altjóða týdning og áhuga, bæði fyri gransking í veðurlagsbroytingum og í livilíkindunum í teimum nevndu havøkjunum. Eisini er væntandi, at arbeiðið fer minka um nakrar óvissur í seinastu frágreiðingini hjá veðurlagsbólkinum hjá ST, IPCC. Hetta kann tískil leggja enn meira fokus á altjóða granskingarsamstarv (íroknað ES-gransking) í okkara týdningarmiklu havleiðum.