Lutakast um 12.500,- kr millum innsend fiskamerkir verður hósdagin 12. desember kl. 14:30 á Vinnuháskúlanum í Nóatúni 7 í Havn.
Tað verður kastað lut millum merkir, sum eru latin inn seinasta árið.
Endamálið við lutakastinum er at eggja fólki til at senda fiskamerkir inn til Havstovuna.
Lutakastið hevur verið hildið á hvørjum ári síðan 1998.
Øll eru vælkomin