03. Sep. 2019

Minni til av toski og hýsu

 

Magnus Heinason er liðugur við árligu yvirlitstrolingina um summarið á føroyska landgrunninum. Trolað varð tilsamans 200 ferðir, har hvørt hál vardi ein tíma og var tikið á sama staði sum undanfarin ár.

 

Sum kunnugt komu toskur og hýsa fyri seg aftur í 2017 eftir eitt søguliga langt tíðarskeið við fiskaloysi. Orsøkin til framgongdina er helst ein samanrenning av færri brúktum fiskidøgum og góðum náttúruumstøðum, so sum gróðri í havinum og nøgd av nebbasild.

 

Úrslitini frá yvirlitstrolingini í august benda á, at tann góða gongdin við toski og hýsu er vend til eina niðurgongd, hóast tað framvegis er nógv til av báðum fiskasløgum. Ein bati er møguliga, at tað er nógv til av smáum toski.

 

Tær regluligu magakanningarnar vístu, at tað var ógvuliga lítið til av nebbasild og krabbadýrum á botni. Í tráð við hetta vóru bæði toskur og hýsa sera rak. Toskur av miðalstødd á vanligari línuleið var nærum líka rak sum í 2003, sum annars var tað vánaligasta árið síðan mátingarnar byrjaðu í 1996. Hetta er helst ein høvuðsorsøk til góða fiskiskapin við línu eftir toski, tí toskur etur øgn, tá náttúrliga føðin svíkur.

 

Tað var nógv til av reyðsprøku, blálongu og havtasku í mun til onnur ár.

 

Les frágreiðingina her.