20. Mai. 2019

Magnus Heinason kannað æti og havfrøði á Landgrunninum

Seinastu viku í apríl gjørdi Magnus Heinason kanningar av havfrøði, æti og fiskalarvum á Landgrunninum. Hesa ársins tíð eru fiskalarvur frá gýting hjá fleiri fiskasløgum í sjónum, og føðiviðurskiftini hjá hesum fiskalarvum hava sum vera man stóran týdning fyri teirra livilíkindi.

 

Gróðurin er seint á veg í ár. Lítið var av plantuæti og tað ávirkar djóraætið soleiðis, at nøringin av djóraæti hevur verið lítil. Fiskalarvur taka egg frá djóraæti og smátt djóraæti ta fyrstu tíðina og nøgdirnar av hesari føðini vóru smærri enn t.d. í fjør og fyrraárið. Hinvegin so var væl av reyðæti frá í fjør inni á Landgrunninum. Hetta er rikið inn á Landgrunnin í vár.

 

Viðvíkjandi føðiviðurskiftunum fyri fiskalarvur, so tykjast umstøðurnar at vera toluligar, men undir miðal. Sløgini sóu út til at vera góð føði, men nøgdirnar av smáum æti frá í vár, kundu verið størri.

 

Ein frágreiðing frá túrinum kann lesast her.

 

Ian Salter