Hiti og rák á opnum havi

 

Í vatnskorpuni og teimum ovastu løgunum er sjógvurin heitur kring Føroyar samanborið við onnur øki um sama breiddarstig. Hetta kemst mest av tí varma, sum Norðuratlantsstreymurin (ofta nevndur Golfstreymurin) ber við sær. Hesin streymur ber heitan sjógv frá syðri økjum í Atlantshavi, og hesin heiti sjógvur er at finna við vatnskorpuna allastaðni í føroyskum sjóøki, undantikið tí norðasta partinum, sum fær sjógv úr tí kalda Eysturíslandsstreyminum (Mynd 1).

 

Djúpari enn umleið 500 metra dýpi er sjógvurin hinvegin kaldur næstan allastaðni. Skapið á botninum og drívkraftin fyri streymunum (Hita-salt pumpan) avgera í stóran mun, hvussu viður­skiftini eru. Tey elva til eitt djúpt rák og til rákið í teimum ovaru løgunum, og rákini, sum eru á ymsum dýpum, avgera hitan ymsastaðni kring Føroyar.

 

Við at trýsta á Hita- og saltbroytingar, ber eisini til at síggja, hvussu Atlantssjógvurin er broyttur gjøgnum tíðina.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Skapið á botninum
Føroyar liggja á einum undirsjóvarryggi, sum gongur úr Grønlandi yvir Ísland til Skotlands (Mynd 2). Hesin ryggur skilir Atlantshavið frá Norskahavinum. Ymiskt er, hvussu nær hann kemur vatnskorpuni ymsastaðni. Á flestu støðum røkkur hann upp um 500 metra dýpi; men ein lítil partur er djúpari, og Bankarennan (Mynd 2) er tað djúpasta skarðið í hesum ryggi.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Hita-salt pumpan
Hitin og saltinnihaldið avgera evnisvektina á sjógvi. Kaldur og saltur sjógvur er tyngri (hevur størri evnisvekt) enn heitur og feskari sjógvur.

 

Á havleiðum langt norðan fyri okkum kann sjógvurin í vatnskorpuni vera ógvuliga tungur, tí at hann er vorðin køldur av luftini og kanska eisini tí, at salt er likið niður í hann, tá sjógvur er frystur til havís. Í støðum kann hetta gera sjógvin í vatnskorpuni tyngri enn sjógvin á størri dýpi. Tá søkkur sjógvurin, og hetta virkar sum ein pumpa, ið nevnist ”Hita-salt pumpan” (Mynd 3). Hon fyllir kaldan og tungan sjógv niður í dýpið norðanfyri, og hesin kaldi djúpi sjógvur verður av tí trýstur út í Atlantshavið. Tað, at sjógvur í dýpinum rennur út úr Norðurhøvunum, ger so aftur, at vatnskorpan norðan fyri ryggin fer at lækka (Mynd 3). Hetta ger eitt hall á vatnskorpuni tvørtur um ryggin, og tað drívur eitt rák av Atlantssjógvi inn í Norskahavið.

 

Hita-salt pumpan drívur tí bæði tað kalda rákið á stórum dýpi og tað heita rákið (Norðuratlantsstreymin) í erva.

 

 

 

 

 

 

 

 

Tað djúpa rákið
Tann kaldi sjógvurin, sum rekur vestureftir móti Atlantshavinum á stórum dýpi, fer serliga tvørtur um ryggin á teimum støðum, har djúp skørð eru. Bankarennan (Mynd 2) er tað djúpasta av hesum skørðum, og í henni er ein støðugur streymur av køldum sjógvi, sum fyllir teir djúpastu 200-300 metrarnar av rennuni. Á vegnum til Bankarennuna ferðast tann kaldi sjógvurin suður um Føroyar, har hann er at finna frá umleið 500 metra dýpi og niðureftir (Mynd 4).

 

Eisini skvaggar kaldur sjógvur av og á yvir um Íslandsryggin á ymsum støðum (Mynd 4). Sjógvur, sum liggur djúpari enn 500 metra dýpi, er tí kaldur mest sum allastaðni kring Føroyar. Bara leiðirnar, sum liggja millum Føroyabanka og Íslandsryggin í útnyrðing úr Føroyum, eru heitar niður á stórt dýpi, tí har kemur eisini tann djúpi sjógvurin sunnaneftir.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Hitin ymsastaðni kring Føroyar
Tá Landgrunnurin er undantikin, broytist hitin ikki so nógv við árstíðini; men broytingarnar kunnu vera stórar, tá vit fara úr einum staði í annað.

 

Sum heild kólnar sjógvurin, jú djúpari vit fara; men markið millum heitan og kaldan sjógv broytist alt eftir, hvar tú ert, og tað hevur eisini samband við, hvaðani sjógvurin stavar. Mynd 5 vísir eitt skematiskt yvirlit yvir, hvaðani sjógvurin á ymsum økjum og dýpum stavar, og hvønn hita hann vanliga hevur.