19. Mars. 2019

Teljing av føroyska grágásastovninum

 

Næsta vikuskifti, 23.-24. mars, skipar Fuglakanningarstøðin á Havstovuni fyri teljing av føroyska grágásastovninum. Eins og við teljingini 24.-25. november 2018, er ætlanin, at fáa talt samstundis í so stórum parti av landinum sum gjørligt.

 

Endamálið við teljingini í november 2018 var at fáa tøl fyri, hvussu stórur partur av ferðandi grágásini steðgaði á í Føroyum.

 

Endamálið við hesi kanning er at fáa meira vitan um, hvussu nógvar gæs koma til Føroya at reiðrast. Seinni verður kannað, hvussu nógvir ungar koma undan.

 

Um so er, at onkur hevur hug at taka lut í hesi teljing, eru tit hjartaliga vælkomin at skriva ella ringja til mín á:

 

This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.  ella 254673

 

Allir teljarar fáa útflýggjað eina stutta mannagongd, og seinni eina frágreiðing við úrslitunum frá teljingini í 2018 og 2019.

 

Stóra takk fyri hjálpina!

 

Jóhannis Danielsen