13. Feb. 2019

Fyrsti túrur í 2019

 

Í gjár fór Magnus Heinason á ársins fyrsta túr eftir kanningarætlanini fyri 2019, sum telur 22 túrar íalt.

 

Fyrsti túrurin er, sum vant, ein hydrografiskur rannsóknartúrur, har hiti, salt og onnur umhvørvistøl verða mátað. Endamálið við hesum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar. Túrurin er partur av teimum regluligu kanningunum eftir 6 standardskurðum, sum ganga út frá Landgrunninum.

 

Yvirlit yvir allar túrarnar í 2019 sæst her. Eftir hvønn túr verður ein túrfrágreiðing skrivað og løgd á heimasíðuna. Hon er tá at finna í aftasta teigi í yvirlitinum.