30. Nov. 2018

Lutakastið verður 4. desember

 

Lutakast um 12.500,- kr millum innsend fiskamerkir verður týsdagin 4. desember kl. 10 í Vinnuhúsinum á Óðinshædd 7 í Havn.

 

Tilsamans 263 fiskamerkir eru við í lutakastinum og hetta eru merkir, sum eru latin inn seinasta árið. Endamálið við lutakastinum er at eggja fólki til at senda fiskamerkir inn til Havstovuna. Lutakastið hevur verið hildið á hvørjum ári síðan 1998.

 

 Øll eru vælkomin.