06. Juni. 2018

Sjálsamt fiskaslag fingið føroyskt navn - Øgnkarpi

 

Í fjør fekk Havstovan ein sjáldsaman fisk, ið vit hava navngivið “Øgnkarpi”. Navnið kemur av blettinum, sum fiskurin hevur á síðuni. “Øgn” merkir blettur við øðrum liti, serliga í ull á seyði: “Ærin var eyðkend av eini svartari øgn, sum hon hevði aftan fyri oyrað; hon hevði eina øgn niður á drunnin”. Á enskum eitur hann “Blackspot seabream” og “Red seabream” og á látíni Pagellus bogaraveo.

 

Øgnkarpin varð fingin eystanfyri tann 25. juni 2017 á position 62°39N - 06°06W, á 180 metra dýpi. Tað var Brynjálv Gert Nicolajsen úr Skopun, sum siglir við partrolaranum “Ametyst”, ið kom við fiskinum. Fiskurin var 39,5 cm langur og vigaði 871 gramm.

 

Øgnkarpi er fiskur, ið er av karpuættini. Hann er ikki skrásettur í føroyskum sjógvi áður. Øgnkarpi kann blíva 51 cm langur og viga 1250 gramm. Sum ungfiskur heldur hann til á grunnum vatni, frá 15-120 metra dýpi. Við aldrinum søkir hann út á djúpari vatn, heilt niður á 700 metrar.

 

Tað serliga við hesum fiskaslagnum er, at tað broytir kyn (hermafrodittur). Øgnkarpi er fyrst kallfiskur. Millum 2 og 7 ára aldur broytir hann kyn og verður til ein kvennfisk. Gýtingin er frá januar til juni, alt eftir breiddarstigi.

 

Øgnkarpi finst í Eysturatlantshavi, úr Noregi til Gibraltar og suður til Cape Blanc í Mauritania. Í Miðjarðarhavinum finst hann í vestara parti. Øgnkarpi er eisini skrásettur í Íslandi.

 

Í Miðalhavinum verður øgnkarpi nógv veiddur. Eitt sindur verður veitt við Frankaríki, Spania og Portugal. Øgnkarpi er vælsmakkandi og er væl vælumtóktur hjá tráðufiskarum.