25. Mai. 2018

Streymmátarar tiknir upp

 

Í síðstu viku fór Magnus Heinason út til hydrografi kanningar og at taka fortoyingar upp. Túrurin byrjaði norðanfyri, har tríggjar fortoyingar og ein botnramma blivu tiknar upp. Seinni á túrinum blivu tvær fortoyingar tiknar upp á Fugloyarartunguni og ein í Bankarennuni.

 

Hesar fortoyingar hava allar streymmátarar og aðra mátiútgerð á sær, og endamálið við teimum er at máta rákið í Føroyastreyminum, og hvussu stórur partur av tí fer inn í Hetlandsrennuna, eins og at tað djúpa rákið í Bankarennuni verður mátað.

 

Á túrinum vórðu eisini data lisin (akkustiskt) úr tveimum hitamátarum á botni, og tríggir hydrografiskir skurðir blivu tiknir: Úr Hetlandi til Nólsoy, úr Koltri og í ein útsynningvestan, og av Føroyabanka og inn móti Trøllhøvda. Saltinnihaldið á Landgrunninum, sum Havstovan fyrr hevur skrivað um, sá framvegis út til at vera rættuliga lágt.

 

Hesin túrur er partur av verkætlanini FARMON, sum Havstovan stendur fyri við fígging frá Energistyrelsen í Danmark.

 

Les alla túrfrágreiðingina her.