20. Apr. 2018

DNA-dagur í Perluni

 

Flaggdagin, 25. apríl, verður eitt serligt DNA-tiltak í Perluni, ætlað bæði børnum og vaksnum. Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 16.

 

25. apríl er kosin altjóða DNA-dagur, tí tað var á hesum degi í 1953, at Watson og Crick funnu útav, at DNA-strongurin er ein dupultur helix. Í 1962 fingu teir, saman við Wilkins, Nobelheiðurslønina í heilivági fyri hesa avdúking. Dagurin hevur verið hildin kring allan heimin síðani 2013. Í ár verður hann eisini hildin í Føroyum og áhugaverda skráin sæst her.

 

Fyriskiparar eru Ian Salter (Havstovan) og Sunnvør í Kongsstovu (Amplexa).

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!