13. Apr. 2018

Várgróðurin á Landgrunninum byrjaður

 

Gróðurin, plantuæti, er fyrsti liður í føðiketuni, og er harvið grundarlagið undir øllum lívi í sjónum. Av tí at plantuæti fær orkuna úr sólarljósinum, er næstan allur gróðurin í sjónum á okkara leiðum um várið og summarið. Longu nú, hálvur apríl er ikki runnin, sæst lutfalsliga nógvur várgróður (sí mynd 1). Hetta er óvanliga tíðliga.

 

Sløgini, sum eru at finna hesa ársins tíð eru kisilalgur (sí mynd 2). Kisilalgurnar grógva skjótt, tá umstøðurnar eru til vildar og eru tann bólkurin av plantuæti, sum er mest vanligur á Landgrunninum.

 

Tá gróðurin byrjar, fær djóraætið føði og fer av álvara at gýta. Smátt djóraæti er fyrsta føðin hjá fiskalarvum tíðliga um várið. Tá nógvur várgróður er, kunnu vit tí vænta, at livilíkindini og vøksturin hjá fiskalarvunum eru góð. Hóast tað enn er ov tíðliga at siga, um gróðurin í 2018 fer at hilnast væl, sær tað spennandi út.

 

Síðani 1997 hevur Havstovan á hvørjum ári fylgt við í, hvussu gróðurin er á Landgrunninum. Hvørja viku tekur Lívfiskastøðin í Skopun royndir í Skopunarfirði, sum Havstovan síðani kannar. Til ber at fylgja gongdini í gróðrinum á Landgrunninum her.

 

Mynd 1. Nøgdir av plantuæti í sjónum, ið er pumpaður inn á Lívfiskastøðina í Skopun síðani 2000. Liturin turkis vísir eitt ár við nógvum gróðri, myrkablátt miðal gróður, og grønt lítlan gróður. Svarta strikan vísir gróðurin í ár.

 

Mynd 2. Ymisk sløg av kisilalgum í Skopunarfirði 10. apríl 2018. Kisilalgur hava, sum heitið bendir á, kyknuvegg úr kisil. Tær eru eyðkendar við, at tær tengja seg saman í ketur. Her síggja vit ávikavist 4, 4 og 13 algur í eru tengdar saman. Summi sløg av kisilalgum hava harumframt eisini langar bustir út frá kyknunum. Algurnar, sum vit síggja her, eru uml. 20-30 µm til støddar.