07. Feb. 2018

Magnus Heinason byrjar aftur

 

Eins og onnur ár hevur Havstovan gjørt eina ætlan fyri kanningarnar hjá Magnusi Heinasyni fyri hetta árið. Talan er fyri tað mesta um afturvendandi túrar, sum verða gjørdir á sama hátt og um somu tíð á hvørjum ári.

 

Umframt er pláss fyri nøkrum túrum, ið kunnu skifta á hvørjum ári, og sum eru ætlaðir at kanna ymiskt, ið ikki er fevnt av teimum afturvendandi túrunum. Í ár verða nakrir tílíkir túrar gjørdir, onkuntíð sum partar av øðrum túrum. Í februar verður reyðæti á djúpum vatnið kannað í Bankarennuni fyri at vita, um reyðæti kann veiðast í vinnuligum nøgdum á heysti og vetri. Hetta er framhald av kanning, ið byrjaði í august 2017. Í apríl eru tvær vikur settar av til at kanna blálongu í gýtingartíðarskeiðinum og í juni er ein vika sett av til at kanna útbreiðslu av korallum. Í november eru nakrir dagar settir av til at kanna brisling og fjarðasild í firðum og sundum.

 

Teir afturvendandi túrarnir eru: Botnfiskur á Landgrunninum og á Føroyabanka verður kannaður á 6 yvirlitstrolingum; uppsjóvarfiskur (sild og svartkjaftur) verður kannaður á trimum túrum; fiskayngul, plantu- og djóraæti, hiti, salt, føðslusølt o.a. verða kannað á 7 túrum tilsamans; fiskur á djúpum vatni verður kannaður á einum túri; svartkalvi verður kannaður á einum túri, og 1 túrur verður nýttur til at merkja tosk. Ein onnur afturvendandi kanning er av makreli; hon verður gjørd við leigaðum skipi.

 

Sí túrætlanina her