19. Des. 2017

Lutakastið verður 22. desember

 

Lutakast um 12500 kr millum innsend fiskamerkir verður fríggjadagin 22. desember kl. 11 í samband við landsfundin hjá Føroya Fiskimannafelag á Bryggjubakka 12 í Havn.

 

Tilsamans 376 fiskamerkir eru við í lutakastinum og hetta eru merkir, sum eru latin inn seinasta árið. Endamálið við lutakastinum er at eggja fólki til at senda fiskamerkir inn til Havstovuna. Lutakastið hevur verið hildið á hvørjum ári síðan 1998.

 

Øll eru vælkomin.