14. Des. 2017

Kúpuskel vísir gróðurin á Landgrunninum aftur í seytjandu øld

 

Í nýggjari grein, útgivin í Journal of Marine Systems tann 29. november, verður víst at vøksturin hjá kúpuskel fylgir gróðrinum á Landgrunninum – jú meiri gróður, jú skjótari veksur skelin. Kúpuskelin (sí mynd) gerst fleiri hundrað ára gomul og liggur alt lívið niðurgrivin í bleytum botni, har hon sílar æti.

 

Á sama hátt sum ein ringur í avkubbaðum træi vísir vøksturin ávíst ár, so gevur breiddin á vakstrarringum í kúpuskelini ábending um vøkstur. Vakstrarringarnir á slíkari skel kunnu tí siga okkum nakað um tíðir við góðum og vánaligum gróðri. Og síðani gróðurin er føðigrundarlagið fyri alla vistskipanina kring Føroyar, kann kúpuskelin helst brúkast sum mát fyri vistfrøðiligu gongdina hjá okkum.

 

Greiningin er serliga áhugaverd av tí at kúpuskeljarnar liva so leingi, og tískil kunnu gamlar skeljar geva vitan um gróðurumstøðurnar áðrenn vit høvdu beinleiðis mátingar av gróðrinum – ja møguliga kunnu vit fáa vitan um góðar og vánaligar tíðir heilt aftur í seytjandu øld.

 

Kúpuskjel