12. Des. 2017

Verkætlan um viðbreknar vistskipanir

 

Ein norðurlendsk fíggjað verkætlan við navninum NovasArc snýr seg um at kortleggja útbreiðslu av viðbreknum vistskipanum í Norðuratlantshavi. Viðbreknar vistskipanir eru til dømis økir við korallum og osti. Ein fundur í hesi verkætlan varð hildin í Føroyum í november, har luttakaralondini, Noreg, Ísland og Føroyar, løgdu ætlanir um, hvussu verkætlanin kundi samskipast.

 

Endamálið við verkætlanini er at samanbera útbreiðslu av viðbreknum vistskipanum við útbreiðslu av fiskiskapi í Norðuratlantshavi. Sum kunnugt hevur fiskiskapur neiliga ávirkan á t.d. korallir, og ein høvuðstáttur í verkætlanini er at finna økir, har tað er fiskiskapur í viðbreknum økjum. Tað er týdningarmikið at varðveita slík viðbrekin økir, millum annað tí at summi sløg av fiski og nógv onnur dýr trívast væl í økjum við korallum og osti. Undir Føroyum eru hesi økir við korallum og osti vanligast á 300-500 m dýpi og eru tey minkað við tíðini sum fylgja av fiskiskapi.