06. Des. 2017

Tordis havt 25 ára starvsdag

 

Tordis B. Thomsen hevur í 25 ár tikið lívfrøðilig sýni á fiskavirkjum í Eysturoynni fyri Havstovuna. Í høvuðsheitum hevur hon tikið sýni av toski, hýsu og upsa - og tilsamans hesi 25 árini hevur hon longdarmátað um 400.000 fiskar av hvørjum av hesum fiskasløgum. Eisini hevur hon nytrað umleið 40.000 fiskar av hvørjum slagi av hesum sløgunum. Harumframt hevur hon eisini tikið sýni av eini 10 øðrum fiskasløgum, so sum gulllaksi, longu og svartkafti.

 

Taltilfarið, sum Tordis hevur fingið til vega, er týdningarmikið grundarlag fyri stovnsmetingunum, sum Havstovan ger, tí vit mugu vita longdar- og aldurssamansetingina í veiðuni til hetta arbeiðið. Í Sjóvarmáli 2017 er týdningurin av hesum taltilfari nærri lýstur.